Rúmligur, sportligur, kensluligur

Nýggi Audi A1 Sportback

Tann nýggi Audi A1 Sportback umskilgreinar tann óvikandi veruleikan. Tað eyðsýnda, sniðið við ílegum frá tí sportsliga Ur-quattro eyðkennir annað ættarlið av tí væleydnaða kompakta modellinum. Innan er bilurin samsvarandi førarafokuseraður við tí kensludæmda, eingilda sniðinum. ”Tað sportsligasta interiørið í tí kompakta klassanum” var tað ásetta stevnumiðið. Við infotainment- og førararassistentskipanum úr luksusklassanum er A1 Sportback heilt í samsvari við tann talgilda heimin.

Sniðið uttan: markant og maskulint

Tann breiða, lágt setta singleframe-kølaraverjan og tey integreraðu luftinntøkini hvørjumegin seta dám á tann markanta frontin. Undir kantinum á motorlúkuni eru trý fløt skørð – at fagna til Sport quattro-modellinum, ið er rallymyndin hjá merkinum. Tann markanti dagskoyrilýsisgrafikkurin í full-LED-forlyktunum (eykaútgerð) minnir um teir dynamisku veingjaformunum hjá seglbátum, róptir hydrofoils. Eitt lágt, konsentrerað look í samspæli við tey smáu diamantformaðu segmentini í ovasta partinum av forlyktunum gevur ein sportsligan dám.

Fult uppkoblaður
Fascinerandi 3D-ljóð

Tann nýggi Audi A1 Sportback er klárur til ta digitalu framtíðina. Sjálv basisversjónin hevur sum standard eitt fullfíggjað digitalt kombiinstrument við høgari upploysing, 10,25” display og multifunktiónsratt. Audi virtual cockpit (eykaútgerð) við víðkaðum funktiónum vísir umfatandi og fjøltáttaðar upplýsingar sum t.d. animerað navigatiónskort og grafikk úr nøkrum av føraraassistentskipanini beinbleiðis í sjónarringin hjá føraranum. Audi smartphone interface tryggjar, at tú ert altíð væl uppkoblaður í tí nýggja A1 Sportback. Tað integrerar iOS- og Android-snildfonir við Apple CarPlay og Android Auto. Musikk- og akustikkfjepparar kunnu frøast um ein tunara til digitala radiomóttakara, Audi soundsystem og Bang & Olufsen Premium-soundsystem.

Botnurin: sportslig og suveren samanseting

Akslakonstruktiónin á tí nýggja Audi A1 Sportback gevur kringar koyrieginleikar og eina sportsliga, suverena koyriuppliving. Umframt basisbotnin kanst tú velja ein strammari sportsbotn. Dynamikkpakkar, ið eru individuelt samansettir til hvønn motorvariant, fevna um útgerðardetaljur, ið gera A1 Sportback uppaftur sportsligari. Bremsiskipanin á tí nýggja A1 Sportback kann verða væl doserað og gevur eina spontana, stramma pedalkenslu. Ígongdassistenturin (eykaútgerð) økir trygdina í mótbrekku og undanbrekku við at forða fyri, at bilurin rullar aftureftir eftir ein steðg. Felguskráin røkkur frá 15” til 18”. Sum eykaútgerð fæst tann nýggi A1 Sportback við koyridynamikkskipanini Audi drive select. Við tí kanst tú velja ímillum fýra ymiskar stillingar við karakteristikkin á bilinum – auto, dynamic, efficiency og individual.

Føraraassistentskipaninar: Trygdin fyrst og fremst

Føraraassistentskipaninar í Audi A1 Sportback er frá luksusklassanum: Tær halda tann kompakta bilin í rættari frástøðu til tann, ið koyrir frammanfyri, lætta arbeiðið hjá føraranum við at halda bilin á bilbreytini og styðjar føraran við parkering. Tann standardmonteraða bilbreytarfráviksávaringin styðjar føraran við at halda bilin á bilabreytini frá eini ferð upp á 65 km/t. Tann adaptivi ferðassistenturin heldur Audi A1 Sportback á tí ynsktu frástøðuni til akfarið, ið koyrir frammanfyri, meðan Audi pre sense-fronturin sær hættisligar støður við øðrum akførum, fólki á gonguteigi ella súkklarum frammanfyri bilin. Við tí nýggju versjónini av parkeringsassistentinum kann A1 Sportback eisini parkera frameftir í parkeringsbásar, sum liggja tvørir – um neyðugt í fleiri umførum. Skipanin klárar eisini útkoyringina úr parallellum parkeringsbásum.

Meiri pláss og komfort

Tann nýggi A1 Sportback hevur munandi betri plássumstøður – og sostatt eyka komfort hjá førara, forseturspassaser og bakseturspassaserar. A1 Sportback er longdur munandi – við sínum eyka 56 mm er hann nú 4,03 m. Samstundis er breiddin næstan tann sama við 1,74 m. Tað nýggja modellættarliðið er bara 1,41 m til hæddar – við antennu er hæddin 1,43 m. Bagasjurúmið er víðkað 65 l. Tann vanligi kapasiteturin er 335 l, meðan hann kann økjast til 1.090 l, tá ið baksetrini verða løgd niður frameftir. Lessihæddin er snilt bara 67 cm.