Audi A3 Sportback – Mergjað og dynamisk koyrigleði
Sportsligar og livandi linjur geva Audi A3 Sportback eina dynamiska útsjónd. Tann langa akslafrástøðan og tað stutta yvirhangið framman draga tær avbalanseraðu, dynamisku proportiónirnar fram. Audi A3 Sportback fæst við nógvum føraraassistentskipanum og teknologipakkum sum eykaútgerð, og soleiðis verður bilurin tann rætti til at koyra í býi og á bygd. Audi virtual cockpit, ið fæst sum eykaútgerð, er aftur ein toppur, sum uppaftur meiri optimerar koyringina og økir komfortina.