Makaleys útsjónd
Dentur verður lagdur á útsjóndina við offroad-eginleikunum hjá Audi A4 allroad quattro við eini sermerktari sniðgeving uttaná. Hjólkassarnir eru avmerktir og týðiliga undirstrikaðir við sama liti sum stoytdoyvararnir framman og aftan og gátturnar. Sum standard eru hesir lutirnir, sum eru eyðkendir allroad lutir, lakeraðir í litinum ‘structural grey.’ Sum eykaútgerð kanst tú harafturat velja lakkering við metallakki – ella litin á bilinum. Hjólini eru 12 mm størri enn á grundmodellinum, og hetta gevur eyka sporbreidd bæði framman og aftan. Gongufólk-verjan og tann serligi diffusor við integreraðum, trapetsskapaðum útstoytum er nakað, ið fangar eygað á bilinum aftan. Tann stóra singleframe-kølaraverjan við loddrættum lammellum framman er eisini nakað, ið fangar eygað.