Innilig koyriuppliving
Viðvíkjandi koyridynamikki og hentleikum er Audi A6 allroad quattro ein sannur allrounder. Fýrahjólsdrátturin quattro, sum er standardútgerð, gevur bilinum eitt gott vegfesti, eitt høgt trygdarstøði og góðar koyrieginleikar. Integreraða quattro-tøknin hevur alla tíðina eftirlit við ferðsluviðurskiftunum og skiftir lutfalsliga dráttarmegina millum forás og bakás, alt eftir støðuni. Luftfjaðranin við adaptivum stoytdoyvarum, sum eisini er standardútgerð, hevur sjálvvirkna stýring av hæddini á bilinum. Fríhæddin kann verða upp móti 45 mm hægri enn Audi A6 Avant. Við koyridynamikkskipanini ‘Audi drive select’ í Audi A6 allroad quattro, sum er standardútbúnaður, kanst tú sjálvur seta í gongd sermerktu eginleikarnar, ið bilurin hevur: Tað eru sjey ymisk programm, undir hesum “allroad” og “offroad” til lendiskoyring. Tú kanst velja millum 3 útgávur av 3.0 TDI-motorinum, 231 hk, 286 hk ella 349 hk. Toppmodellið kann vaksa ferðina hjá Audi A6 allroad quattro frá 0-100 km/t uppá 5,2 sek.