• Volkswagen
    Amarok

Hetta er Amarok. Tann nýggi pickup frá Volkswagen.

Tann nýggi Amarok er komin. Og hann hevur eini greið boð til sín eigara: Vit kunnu koyra allastaðni.

Í síni grundleggjandi, nýggju tilevning lýsir hann fyrstafloks partin hjá Volkswagen Vinnulívsbilum við síni nýmótans tøkni og nýggju sniðgeving. Tí óansæð, hvar og hvussu tann nýggi Amarok verður nýttur: Tær mongu, nýmótans føraraassistentskipanirnar stuðla føraranum meira enn skipanirnar hjá teimum undanfarnu bilunum.

Sermerkta útsjóndin ger seg galdandi í hesum sambandi við hjálp av eyðkennum, so sum ambienteljós1 og premium-ljóðskipan frá Harman Kardon.2  Í lendiskoyring skarar hann framúr við sínum frálíku lendiseginleikum og eyka V6-orkugoymslu. Og til øll tykkum, sum leita eftir einum sterkum og dyggum vinnulívsbili, hevur hann við sær nýggj sermerki, so sum 3,5 t viðfestiskrók til allar sjálvvirknar gearkassar, umframt nógvar aðrar væl umhugsaðar smálutir í gerandisdegnum. Sama, hvørji krøv ið verða sett: Tann nýggi Amarok bjóðar seg fram við nærum øllum í eini heildarloysn – uttan trupulleikar.

Hetta er sniðgeving

Við sterkum konturum vísir tann nýggi Amarok seg í eini heilt nýggjari Volkswagen-Vinnulívs-sniðgeving: Ein eitt sindur breiðari ásfrástøða tryggjar ein hægri innkoyringarvinkul fyri betri lendiseginleikar, og eisini í breiddini hevur hann eina meira stórfingna útsjónd enn tann undanfarni. Nýmótans IQ.Light LED-matrix-framlyktir,3 felgur4 upp til 21” – og heilt nýggjar útsíðis-styling-loysnir við nýggjum sniðboylum og trinbrettum er alt samalt nakað serstakt. Á sama hátt við kølaraverjuni, sum – alt eftir, hvør útgávan er – fer yvir í eitt vatnrætt sundurbýti av bilinum framman – ella eina X-skapaða sniðgeving5 á teimum bilum, har útgerðin er fyrstafloks.

Nú ið vit tosa um hámørk: Á lastarbotninum millum hjólkassarnar er tað nóg mikið av plássi til ein evroplatt tvørtur um, sum kann surrast við sterkum festiseygum.

Nakað eyka nýtt er tann statiska tyngdin á tekjuna á 350 kg: Ongantíð hevur tað verið møguligt at sláa eitt telt upp á einum betri støði….

Eyðkennistekin fyri nýggja Amarok:

  • Nýggj kølaraverja
  • Light LED-matrix-framlyktir1 og LED-bakljós6
  • Felga á 17”/18”/20”/21”4
  • Amarok-eyðkennismerki stemplað á baklúkuna

Tann nýggi Amarok PanAmericana

Um tú velur tann nýggja Amarok PanAmericana, so fært tú alla offroad-heildarloysnina: Svartar, pulvurlakeraðar spoylarar og trinbretti, umframt síðuspegl, kúfangarar og handtøk í mótliti – tann nýggi Amarok PanAmericana er veruliga nakað fyri seg. 18” felguna úr lættmetali hevur mann framíhjá valt at hava heilt svarta til Amarok PanAmericana.

Útvortis tykist hann ógvuliga sterkur, og innan sannførir hann okkum við útvaldum hentleikum: Leðursetur, navigatiónsskipan við 30,48 cm (12”) fingraskíggja og premium-ljóðskipanin frá Harman Kardon tryggjar eina frálíka koyriuppliving.

Útvortis sniðgávueyðkenni hjá tí nýggja Amarok PanAmericana:

  • Kúfangari framman við X-sniðgeving
  • Síðuspegl og handtøk í mótliti og kúfangari aftan við áleggingum í mótlitum
  • 18” felgur í lættmetali, í eksklusivt svørtum
  • LED-bakljós
  • Svartur, pulvurlakeraður sniðboyli og svørt trinbretti

Tann nýggi Amarok Aventura

Alla ta megi, tú hevur brúk fyri. Við tí snøggleika, tú ynskir. Hetta er eyðkennandi fyri Amarok Aventura. Ein bilur, sum sameinir PickUp-heimin og premium-heimin: Stórar 21” felgur úr lættmetali, trinbretti við kromprýði, síðuspegl og handtøk úr kromi umframt kúfangari aftan við kromprýði – koyring í Amarok er bara fyrstafloks!

Amarok Aventura strembar eftir eini serstøðu inni í bilinum: Loftklæðingin (Ebony svørt) tryggjar ein frálíkan mótsetning til ambienteljósið, meðan premium-ljóðskipanin frá Harman Kardan er sannførandi við einum framúr góðum ljóði – óansæð um tú koyrir í býarøki, á motorvegnum ella í lendisøki.

Her er eisini talan um nýmótans førarahjálparskipanir, sum veruliga fullfíggja samlaðu heildarmyndina: Skynsami fartpiloturin (Intelligent Speed Assist), sjálvvirkandi frástøðuansingin ACC, skeltislesingin og parkeringshjálparskipanin Park Assist Plus.

Útvortis sniðeyðkenni á nýggja Amarok Aventura:

  • Kúfangarin framman við X-sniðgávu
  • Síðuspegl og handtøk í kromi, kúfangari aftan við kromálegging
  • Sportsboyli í sama liti sum bilurin
  • Trinbretti við innfeldum kromi
  • 21” felgur í lættmetali
  • IQ.Light LED-matrix-framlyktir

Hetta er offroad

Hvat ið ger tann nýggja Amarok til tað reinasta lendisakfar? Hann er útgjørdur við nýggjastu tøknini og hevur fleiri koyrihentleikar við sær enn tann undanfarni. Harumframt eru stoytpútur og hjálparskipanir heilt tíðarhóskandi og gevur hann tær sostatt eyka koyrihentleikar. Sama um tað snýr seg um karossarí, botn ella ymisk sløg av gearkassum, so er alt í bilinum sett saman til góðar lendiseginleikar – heilt frá teimum broyttu mátunum til ta stóru vaðdýpd.

Fullkomið fjølbroytni – eisini fyri meistaran: Tann nýggja Amarok

Álitssemi og fjølbroytni til nærum allar vinnugreinar? Tað liggur í ílegunum í nýggja Amarok. Og hann ber stoltur navnið hjá sær: Búmerkið “Amarok” er fest eftir nærum allari breiddini av lastarlúkuni. Við nógvum ymiskum, nýggjum eyðkennum er hann í enn størri mun til reiðar til avrik við meira kravmiklari tyngd. Tað ger hann til ein meira fjølbroytnan og álítandi vinnulívsbil.

  • Last við LED-ljósi, festiseygum, 12-volts-stikkdós, lastábreiðan/elektrisk lastábreiðan við Rollcover-skipan
  • Viðfestiskrókur til 3,5 t, nú til allar sjálvvirkandi gearkassar
  • Nóg mikið av plássi í botninum á lastini millum hjólkassarnar til ein evroplatt, sum verður lagdur tvørtur um og sum kann surrast við sterkum festiseygum.

Snið og hentleikar innan

Harðbalin og fullkomin útvortis, virkisligur og serstakur innan: Tann nýggi Amarok er sannførandi og hevur væl umhugsaðar hentleikar, sjónlig fyrstafloks sermerki og skynsamar hjálparskipanir.

  • Talgilt cockpit við talgildum kombiinstrumenti á 20,32 cm (8”), 30,48 cm (12”)7 sum eykaútgerð.
  • Glæsiligt leðursnið8 á yvirflatunum á instrumentpaneli og hurðum
  • Ambienteljós1
  • Elektromekaniskar stýrigreiður
  • Keyfree9
  • Fleirvirkisróður sum standard
  • Elektronisk parkeringsbremsa10
  • Bakkmyndatól11
  • Gardinstoytpúta, knæstoytpúta og miðstoytpúta sum standard

Premium-útgerð

Premium er ein lívsáskoðan. Í tí nýggja Amarok er áskoðanin hjá verksmiðjuni: Vegna premium-útgerðina kanst tú njóta fyrstafloks hentleikar í samband við Intelligent Infotainment og tær mest nýmótans førarahjálparaskipanirnar:

  • Ambienteljós
  • Leðursetur
  • Premium-ljóðskipan frá Harman Kardon
  • Eldrivin setur framman við 10 stillingum
  • Instrumentpanel og ovasti kantur av hurðum við leðursniði við seymingum
  • Skynsamur fartpilotur (Intelligent Speed Assist) í sambandi við sjálvvirkandi frástøðuansingina ACC og skeltislesing
  • Parkeringshjálparskipanin Park Assist
  • 10-stig automatiskur gearkassi við Shift by Wire
  • Elektrisk lastábreiðan, Rollcover-skipan

Hjálparskipanir og mobilar online-tænastur

Tann nýggi Amarok er útgjørdur við meira enn 30 hjálparskipanum, har yvir 20 eru heilt nýggjar í Amarok. Í bilinum eru mobilar online-tænastur, sum gera gerandisdagin lættari á ymiskan hátt. Til dømis online-raddarstýringin í tilboðnum We Connect Basic. Við tilboðnum VW Connect Navigation fært tú enn fleiri mobilar online-tænastur – m.a. navigatiónskort, sum kunnu dagførast online, aktuellar ferðslufráboðanir í Europa – og atgongd til ávíst innan POI.

Dømi við hjálparskipanum:

  • Skynsom ferðavmarking
  • Hjálpari til koyribreytarskift Side Assist (eisini til viðfestisvognar)12
  • Skeltislesing
  • Koyribreytaransing
  • Neyðbremsuansing
  • Dynamisk ljósansing
  • Neyðarkall í býum
  • Area View-myndatól

Dømi við mobilum online-tænastum:

  • We Connect Basic-funksjónir
  • Ymisk We Connect Basis- ella premium-tilboð
  • In Car Shop og online-dagføringar

Upplýsingar – Volkswagen:

  1. Standardútgerð til Amarok PanAmericana og Amarok Aventura, eykaútgerð til Amarok Style.
  2. Standardútgerð til Amarok til PanAmericana og Amarok Aventura.
  3. Standardútgerð til Amarok Aventura, Amarok PanAmericana og Amarok Style. Eykaútgerð til Amarok Life.
  4. 21”-dekk standardútgerð til Amarok Aventura.
  5. Standardútgerð til Amarok Aventura og Amarok PanAmericana.
  6. Standardútgerð til Amarok Aventura og Amarok PanAmericana, eykaútgerð til Amarok Style.
  7. Kombiinstrumentið á 20,32 cm (8”) er standardútgerð til Amarok Life, kombiinstrumentið á 30,48 cm (12”) er standardútgerð til Amarok Style, Amarok PanAmericana og Amarok Aventura.
  8. Standardútgerð til Amarok Aventura og Amarok PanAmericana.
  9. Standardútgerð til Amarok Aventura, Amarok PanAmericana og Amarok Style.
  10. Standardútgerð til Amarok Life, Amarok Style, Amarok PanAmericana og Amarok Aventura.
  11. Area View-myndatólið er standardútgerð til Amarok Style, Amarok Aventura og Amarok PanAmericana.
  12. Standardútgerð til Amarok Style, Amarok Aventura og Amarok PanAmericana.