• Volkswagen
    Amarok

100% Pickup. 100% Premium

Avgjørdur á fjallalendinum. Illsintur á asfaltinum. Amarok sameinir alt tað, tú væntar av einum eksklusivum allroundara í premiumklassanum: Maskulint snið, sterkt skap og nógva megi.

Gjørdur til at geva tær ta bestu koyrigleðina

Asfalt, mold, grús. Í Amarok upplivir tú ta somu eksklusivu koyrigleðina á at kalla øllum møguligum lendi. Tí hann sameinir eina økta fríhædd við maksimalum karrosserístabiliteti við tann vælkenda fýrahjólsdráttin 4MOTION. Úrslitið er vegfesti í nærum øllum umstøðum, eisini við stórum viðfestisvogni og nyttulast.

45° brekkuvinkul. 50° hallvinkul

Framúrskarandi – eisini í útmørk

Við víðari ásfrástøðu og øktari fríhædd klárar Amarok seg sera væl í víðgongdum vinklum, brekkum og halli.

Styrktar blaðfjaðrar

Nógvur koyrihugni eisini við stórari nyttulast

Standardísettu 2+1 blaðfjarðarnar geva stóran koyrihugna og eina nyttulast upp til 725 kg, og 3+2 blaðfjarðarnar (eykaútgerð) økja nyttulastina upp til 868 kg.

Offroad-ABS og botnskjøldur

Óførur á lyngi og grýtutum lendi

Framúrskarandi offroad-ABS-skipanin hevur við sær styttri bremsulongd á leysum lendi, og sterkar stálplátur verja girkassan og tangan fyri steinsløgum og øðrum leysum á jørðini.

Fýrahjólsdrátturin 4MOTION

Frálík drívlinjutøkni

Sjálvt í sera ringum líkindum er koyrihugnin í Amarok á hægsta stigi. Tað er lýtaleysa samansetingin av undirvogni og drívlinju – saman við trároynda fýrahjólsdráttinum 4MOTION, sum grípur fast, tá ið á stendur – fyri at takka.

Lastar- og vørurúm

Breiðasta lastin í klassanum

Ongin annar pickup hevur líka so gott pláss ímillum hjólkassarnar: Lastarbreiddin upp á 1.222 mm gevur enntá tann møguleika at leggja europlattar upp á tvørs. Eisini tann rúmligi farmakassin er einastandandi við eini vídd upp á 2,52 m² umframt onnur mál – t.d. við 508 mm høgum lastbotni og 780 mm lágari løðihædd.