Formur fylgir fasinatión
Arteon; ein bilur, sum við síni sterku og elegantu persónligheit altíð gevur eitt sindur eyka.
Ein aerodynamisk skuggamynd, rammuleysar síðurútar, ein markantan afturpart – Arteon heldur ikki uppat at vekja hug eftir fyrsta eygnabrá. Og við R-Line útgávuni fært tú uppaftur fleiri prýði uttan, sum vísa, hvussu dynamiskur bilurin er.
Tann avlanga skuggamyndin við tí longu ásfrástøðuni gevur bilinum eitt týðiligt síðusnið – og framúr komfort á øllum plássum. Eitt serliga eyðsýnt element eru teir rammuleysu síðurútarnir, ið eru eitt serkent fastback-eyðkenni og geva bilinum ein dám av sjáldsamari elegansu.
Í Arteon fært tú ein stýrikliva, sum er bæði sjónliga hugtakandi og brúkaravinarligur.