Megnar at kalla allar uppgávur

Hvør dagur hevur sínar avbjóðingar, sum ofta krevja skjótar og professionellar loysnir. Caddy Van hjálpir tær so í  so at siga øllum førum. Hesin kringi og kompakti vørubilurin til býarkoyring er meiri verkligur, liðiligur og fjølbroyttur enn nakrantíð fyrr og hevur alt, ið skal til, fyri at geva tínum kundum eina professionella fatan. Við eini nyttulast upp til 876 kg. og lastrúmi upp á meira enn 3 m³, er Caddy Van tín fullkomni arbeiðsfelagi.

Lættur og tryggur at lasta

Caddy Van hevur pláss fyri upp til 3,7 m³. Gjøgnumhugsaða goymsluskipanin lættir tær um arbeiðið. Skildringar, verjurimar og festiskinnarar tryggja tryggan flutning.

Goymsluskipan

Fullkomin samskipan av tínum dagliga arbeiði

Caddy Van hevur hópin av goymslurúmum, so tú kanst hugsa um tann umráðandi partin av arbeiðinum hjá tær. Arbeiðshandskar, tummastokkur og matpakki –  her er pláss fyri øllum.

Vørurúm

Set bilin saman eftir tínum tørvi

Caddy Van er virkisførur sum fáur og bjóðar stórt úrval av vørurúmsgólvum og ymiskum skildringum. Tú skalt bara seta títt koyrandi arbeiðspláss saman júst eftir tínum tørvi.