• Volkswagen
    Caddy Family

Tann nýggi Caddy. Klárur til alt, sum er fyri framman.

Enn meira nýmótans, talgildur, smidligur: Tað er tann nýggi Caddy. Fyriuttan ta heilt nýggju sniðgevingina, vekir hann undran við nógvum nýggjum, nýskapandi førarahjálparskipanum, einum úrvaldum Digital Cockpit (eykaútgerð) og einum framsøknum ’infotainment’ – sum kann økjast til Innovision Cockpit íroknað mobilar online-tænastur. Samstundis er tann nýggi Caddy framvegis eins álítandi, makligur og nýtiligur í gerandisdegnum, sum vit kenna hann – og harvið til alt, sum liggur fyri framman.

BROYTING VERÐUR TIL FRAMSTIG

Sniðgeving hugsað út í æsir

Dynamikkur hevur eitt týðiligt skap

Tann nýggi Caddy vekir ikki bert undran við einum nýmótans, sjónskum fronti við sekskantaðum skapi, men eisini við nógvum nýskapandi eginleikum, so sum ókeypis We Connect-grundpakkanum (innan tey mørk, sum eru í skipanununum).

Við panoramaglastakinum sum eykaútgerð hevur tú møguleika at lata meira dagsljós koma inn í kabinuna í tínum Caddy. Av øðrum háljósum kann nevnast LED-forlyktir (eykaútgerð) og LED-baklyktir umframt LED-kabinuljós. Fyri at tín gerandisdagur kann vera enn betur, so er tann nýggi Caddy fyri fyrstu ferð at fáa við teirri lyklaleysu start- og lásiskipanini Keyless Advanced við elektriskari innstilling og elupphitaðum síðuspeglum, sum eru at sláa inn.*

*Standardútgerð til tað nýggja Style-modellið og tað nýggja Life-modellið. Eykaútgerð við meirkostnaði til tann nýggja Caddy og nýggja Caddy Kombi.

Talgild vísing

Samansett við tín bil

Í kabinuni í tí nýggja Caddy leggur tú týðiliga til merkis talgildu framstigini – og allir møguleikar eru opnir. Á tí 10” (25,4 cm)  stóra infotainment-skerminum (eykaútgerð) kanst tú stýra fleiri navigatións- og multimediafunksjónum, umframt at tú hevur klimastýring og tær mobilu online-tænasturnar frá We Connect.* Hevur tú hug at royna meira? So hevur tú enntá møguleikan at víðka infotainmentskíggjan við Digital Cockpit** til sonevnda Innovision Cockpit.* Her hevur tú fleiri hentar og spennandi funksjónir í væntu.

Lat okkum fara eitt stig víðari. Har heima kunnu vit við nýmótans teknikki av besta slagi tendra fyri tónleiki ella ringja til onkran við bert at nýta røddina. Tað kanst tú nú eisini í tínum nýggja Caddy.

Raddarstýringin* gevur møguleikar at svara, tá onkur ringir til tín, at velja eina útvarpsstøð ella seta eitt ferðamál upp. Tú kanst eisini halda skil á hesum funksjónum við knøttunum á multifunktiónsrattinum.

*Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www.portal.volkswagen-we.com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan.

**Standardútgerð til nýggja Style-modellið. Eykaútgerð við meirkostnaði til tann nýggja Caddy og tað nýggja Life-modellið.

Kabina

Tað eru innaru virðini, ið hava týdning

Kabinan í tí nýggja Caddy er fullkomiliga nýskapað og bergtekur vegna smidleika og allar hentleikarnar. ergoComfort-setrið* (eykaútgerð), sum hevur fingið dygdarstemplið frá felagsskapinum “Aktion Gesunder Rücken,” hevur útvegað eina rúgvu av hentleikum. Setrið hevur nógvar stillimøguleikar, og hetta er sera gott fyri ryggin. Umframt at kunna stilla longd, hædd, dýpd, hall, stólabak og nakkastuðul, hevur ergoComfort-setrið eisini ein elektriskan fýrastiga-lendastuðul.

Harumframt hevur tann nýggi Caddy elektriska afturlatingarhjálp til skjótihurðarnar og baklúkuna,* ventilatión í ferðamannakabinuni og eina 230-volt-stikkdós,* sum tryggjar elorkuveitingina.

*ergoComfort-setrið fekk 26.11.2015 dygdarstemplið frá teimum báðum felagsskapunum “Bundesverband deutcher Rückenschulen e. V.” og “Forum Gesunder Rücken – besser leben e. V.”

Nýskapandi førarahjálparskipanir

Tann lítli hjálparin

Hjálparskipanirnar í tí nýggja Caddy eru næstan sum at hava góðar vinir, tí tær gera lívið eitt sindur lættari og kunnu hjálpa tær, tá tú einamest hevur brúk fyri tí. Vegna nýggju hjálparskipanirnar, Side Assist* (hjálpari til koyribreytarskift), Trailer Assist,** Adaptiv Speed Control Assist (tillagað ferðstýring) og Travel Assist við Emergency Assist, kanst tú koyra sera lagaligt og makligt (innan tey vanligu mørkini viðvíkjandi skipanunum).

*Er ikki at fáa til allar motorar.
**Eykaútgerð eftir egnum vali.

Motorar

Innara drívmegin

Teir fýra kraftmiklu brennimotorarnir til tann nýggja Caddy eru millum teir mest virknu og økonomisku TSI- og TDI-motorar, sum nakrantíð hava verið at fáa til ein bil í hesum klassanum.

Nágreinilig gransking og menning hevur havt við sær nýtslutøl við nýggjum fyrisettum málum og boðar frá næsta menningarstigi innan bensin- og dieseltøknifrøði.

Harumframt hevur tann nýggi Caddy eina økta útstoytsreinsing: NOx-útlátini frá TDI-motorunum kunnu koma munandi niður vegna nýskapandi ‘twindosing.’

We Connect

Nýggi, talgildi mobiliteturin

Kom bara í gongd: Ókeypis We Connect*-grundpakkin er einastandandi til øll, sum í fyrstu syftu vilja royna tær mobilu online-tænasturnar. Skipanin ger tað nú meira talgilt, uppraðfest og makligt at koyra bil. Volkswagen We Connect* hevur sera nýtilig amboð við sær og gevur tær møguleikar at passa nógvar funksjónir í tínum nýggja Caddy, sum t.d. “Hurðar og ljós” við tíni snildfon.

Tú kanst kanna støðuna hjá bilinum frá fartelduni (eykaútgerð).

Samlað yvirlit yvir allar tínar fyrimunir:

  • Parkeringsstað
  • Sjálvvirkin skaðafráboðan
  • Støðan hjá bilinum
  • Hurðar og lás
  • Bilstøðufrágreiðing
  • Koyridata

*Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www.portal.volkswagen-we.com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan.

We Connect Plus

Fleiri møguleikar við fleiri hentleikum

All inclusive: Umframt allar funksjónirnar í We Connect*-grundpakkanum kanst tú eisini njóta tað makliga við eini online-parkeringsventilatión og nógvum øðrum fjálgum smálutum í útgerðini. Tann intuitiva online-raddarstýringin í tí nýggja Caddy kann harumframt munnlesa eitt og hvørt ynski frá tær (eykaútgerð).

Ókeypis útboðið frá We Connect* hevur eitt stórt úrval av hentum tænastum og bilfunksjónum. Við We Connect Plus** verða nakrar eyka funksjónir lagdar afturat (innan tey vanligu mørkini viðvíkjandi skipanunum).

  • Online-ferðsluupplýsingar
  • Online-kortdagføringar
  • Online-raddarstýring
  • Online-tjóvávaring
  • Online-parkeringshiti***
  • Online-parkeringsventilatión****
  • Miðlastroyming*****
  • Wi-Fi-hotspot*****

*Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www.portal.volkswagen-we.com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan.

**Við endan av innleiðandi gildistíðini fyri We Connect Plus-tænastuna mótvegis meirkostnaði.

***Online-parkeringshitin frá We Connect Plus er sambærur við flestu eykahitarar. Hann er ikki sambærur við bilar, sum hava ein kabinuhitara (møguliga sum eykaútgerð).

****Er bert at fáa í samband við 2-stiga-airconditiónsskipanina Climatronic og eykahitatól við fjarstýring.

*****Er bert at fáa í samband við Stroyming & Alnets-pakkan.

In-Car Shop

Hevur tú brúk fyri onkrum eyka afturat?

Kennir tú tað? Tú situr í bilinum og hugsar við tær sjálvum, at eitt sindur av virkisføri afturat vildi gjørt lívið eitt sindur lættari. Tað er eingin trupulleiki. Við In-Car-Shop* kanst tú altíð uppstiga tær skipanir, tú vilt hava – ella keypa eyka datapakkar afturat til Stroyming & Alnet.