Ger mun, men koyr áhaldandi í Golf

Serliga tá ið koyrt verður stuttar túrar í eitt nú býi, er ein fullkomin elektrisk drívlinja ein fyrimyndarlig loysn. Men tað merkir tó ikki, at tú ikki kanst koyra úr býnum í einum e-Golf. Hann hevur eitt koyristrekki upp á 300 km. Upplýsta koyristrekkið kemur av koyriumferð á rullubelti sambært New European Driving Cycle (NEDC). Veruliga koyristrekkið í realistiskum umhvørvi við vanligari koyring víkir frá tí úrslitinum og er umleið 200 km í miðal. Koyristrekkið broytist alt eftir koyristíli, ferð, nýtslu av ymiskari útgerð, útitemperaturi, hvussu nógv fólk eru í bilinum, val av koyriprofili (Normal, ECO, ECO+) og lendinum.

Útgerð og snið

Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Ein røð av sjálvsøkjandi møguleikum loyvir tær at skapa tín egna persónliga e-Golf!. Tú trýrt ikki, hvussu nógvar valmøguleikar tú hevur.

Eksteriør

Tær kemur at dáma uppmerksemið í tínum e-Golf

Framtíðarligur, men væl kendur hóast alt: Umframt teir vanligu bláu partarnir fevnir tað eyðsýnda Volkswagen e-sniðið eisini um eina røð av eiggiligum hæddarpunktum, sum ger e-Golf lýtaleysan – og ikki bara hvat útsjónd viðvíkur. Tað fevnur um fult-LED-forlyktir í einum dagsljóslíknandi liti og flott LED-koyriljóslyktir í eyðkenda C-forminum – tær lýsa betur og brúka minni orku.

Tær løttu 16″ aluminiumsfelgurnar í Astana-sniðinum hava minni rullumótstøðu og gera tí sítt til, at bilurin sparir uppaftur meira orku. Saman við takspoilaranum geva tær e-Golf eina meiri dynamiska útsjónd. Tær betra eisini aerodynamikkin, ið síðan hevur eina jaliga ávirkan á koyristrekkið og annað.

Afturparturin á e-Golf er eisini vakur við LED-baklyktum og LED-nummarplátuljósum.

Interiør

Uppliva nútíðar snið við intuitivum tænastum

Interiørið í e-Golf fevnir um e-serstakar smálutir við týðiligum sniði so sum bláar dekorativar seymingar í ratti, girskiftara og mottum. Flott viðgjørt leður prýðir rattið, girknøttin og hondbremsuarmin.

Navigatiónsskipanin Discover Pro, sum er standardútgerð, er eisini serment til e-Golf, og hevur eitt hav av nýskapandi tænastum at bjóða. Við tí 23,4 cm stóra fingraskíggjanum í litum hevur tú gott yvirlit yvir týðandi upplýsingar sum t.d. koyristrekki, orkunýtslu og hagtøl fyri orkuendurnýtslu. Koyriteldan Premium og orkuvísarin gera tað møguligt hjá tær at fylgja við teimum mest umráðandi upplýsingunum um bilin.

Og tað er meira aftrat: Prýðislutir, og panelklædningar við bláum ambiente-ljósi (eykaútgerð) eru við til at seta ein framtíðarligan dám á, meðan tú koyrir gjøgnum náttina í tínum e-Golf.