Tann lítli munurin
Longri koyristrekki enn nakrantíð fyrr. Meira útgerð fyri ein betri prís. Fleiri uppsetingarmøguleikar fyri øll, sum fylgja við tíðini: Tann nýggi e-up! ger elektriskt flytføri enn lættari. Og rætt og slætt enn betur.
Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Og e-up! er einki undantak. Tvørturímóti, við e-up! hevur tú eitt hav av møguleikum at seta tín persónliga dám á nýggja bilin hjá tær.
Far ein biltúr! Við virkna elmotorinum hevur tann nýggi e-up! bæði eitt longri koyristrekki og meira av koyrigleði innan fyri 260 km.*
*Koyristrekki eftir gjøgnumkoyring av so og so nógvum ringrásum sambært Worldwide Harmonised Light Vehicles Test Procedure (WLTP). Tað veruliga koyristrekkið kann í roynd og veru víkja frá hesum treytað av koyrimáta, ferð, nýtslu av hentleikum/onnur nýtsla, hitalagi, tali av ferðafólki/last – og staðlýsing.
Hvat hava tínir yndissangir, aktuellu ferðsluupplýsingar og ein telefonsamrøða í felag, meðan tú koyrir? Gott gitað – tín smartphone! Saman við maps+more–støð* við ókeypis, nýggjari app til iOS og Android ger tað tann nýggja e-up! til ein dagførdan bil uppá onga tíð. Og við tí standardinnrættaða radionum “composition phone” við seks hátalarum er bilurin eisini ein rullandi ‘boombox.’ Tú skalt bert hava samband millum tín e-up! og tína smartphone, og hey! Liðugt við fløkjasligum skýggjum. Nú er tað bara ‘plug & play.’
*Software og haldari eru ikki sambær við allar smartphones. Tú fært fleiri upplýsingar hjá tínum Volkswagen-umboði.
Tann nýggi e-up! hevur fleiri evnislýsingar sum ein part av standardútgerðini og kostar samstundis minni enn áður. Hentur og væl útgjørdur: Nú er ‘Lane Assist,’ vegskeltisvarnari og tey nýggju, fullgiltu høvuðs- og síðustoytpúturnar og nýggja seturskrásetingin til fólk á baksetrinum ein partur av útgerðini í bilinum. Og við tað at samansetingin av radionum – “composition phone” við seks hátalarum – og “maps+more” er ein partur av standardútgerðini hjá bilinum, so hevur tú alt við hondina og skalt bert tendra fyri musikkinum og byrja at koyra – let’s drive!
Tann nýggi e-up er sum standard útgjørdur við: Tøknipakka, koyriassistentpakka og vetrarpakka. Tú fært makliga hjálparútgerð, sum t.d. regnsensor, elupphitaðar forrútar og hita í setrunum framman sum eina heita móttøku á køldum vetrardegi. Umframt snildar hentleikar so sum bakkmyndatólið “RearView,” sum ger tað lættari at parkera. Aðramáta: Hvat við einum fleirvirkisratti í leðri..? (eykaútgerð) Tað er fjálgt at taka um – og tað sær eisini gott út.