• Škoda
    ENYAQ iV

    Elbilur við koyristrekki heilt upp á 536 km og sera rúmligur

EIN FYRSTA FLOKS EL-SUV

Við CITIGOe iV prógvaðu vit, at tú hevði nakað at gleða teg til, nú elbilarnir gerast meira og meira vanligir. Tann spildurnýggi ENYAQ iV er á einum hægri støði, tí hann er bygdur í modulum á einum palli, sum er serliga framleiddur til elbilar, og tí hann hevur allarbestu tøknifrøði, skjóta løðing og langt koyristrekki.

SNOTILIGUR OG BRASIN

Við ŠKODA SUV ert tú vorðin vanur við ein snotiligan stíl við sjálvvissu. Tann spildurnýggi ENYAQ iV heldur fram við teirri siðvenju og hevur eina sniðgeving, sum er væl kend, men nýskapandi og merkisverd. Stórtikna støddarlutfallið gevur eina ábending um tey framúrskarandi plássviðurskiftini.

SERSTAKLIGA NÓGV RÚM, HØG GÓÐSKA

Sera framkomið interiør, har enn størri dentur er lagdur á samlaða rúmið í ENYAQ iV – íroknað tað stóra viðførisrúmið, sum er eyðkent í ŠKODA. Dygdaravrik og nógv praktisk goymslurúm tryggja komfort á høgum støði. Umhvørvisgott tilfar setur ‘prikkin yvir i’ið.’

GLØGGSKYGNI, NÝSKAPAN, HUGSÝN

Umframt ta nýggju, framkomnu kabinuna hevur spildurnýggi ŠKODA ENYAQ iV nógvar skynsamar og nýskapandi loysnir, sum kunnu handfarast intuitivt. Her kunnu nevnast Digital Cockpit (standarduppseting), nógvu ymisku sambindingarmøguleikarnir og ambienteljósini.

MYNDASAVN

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

MEST FRAMKOMNU FØRARAHJÁLPARSKIPANIR

TRAVEL ASSIST

Travel Assist hevur fyri ein part tamarhaldið á bilinum fyri at gera tað so lætt sum møguligt fyri teg at koyra og hava yvirlitið í ferðsluni.

LED-LYKTIR

Slóðbrótandi LED-ljósini lýsa betur, hava lægri orkubrúk og fevna um nýggjar trygdarskipanir.

TRYGDARSKIPANIR

Fyrsta floks trygdarskipanir geva tær eyka tryggleika, tá tú koyrir.

LÆTT AT PARKERA

Nú nýtist tær ikki at stúra fyri parkering – tú kanst parkera, um tað so er í teimum minstu básunum – vegna hjálparskipanina til parkering.

ONLINE, EISINI MEÐAN TÚ KOYRIR

Nýggja ættarliðið av infotainment-skipanum við innbygdum SIM-korti fevna um praktiskar funksjónir, sum t.d. ferðsluupplýsingar ella Wi-Fi-samband til tólini hjá ferðafólkunum.

CLEVER-SMÁLUTIR

Goymslurúm til paraply

Haldarar til trygdarvest

Elektrisk barnatrygd

Slagborð

RÚMLIG GOYMSLURÚM

Lummar til fartelefon

Fløskuhaldarar framman og aftan

Lítið goymslurúm at hála út

Lítið rúm undir syllini

SMIDLIGT VIÐFØRISRÚM

Elektrisk baklúka

Automatiskt upprullað viðførisskjól

Praktiskir viðførishaldarar

Knaki í viðførisrúminum

INTELLIGENT TØKNI

Digitalt Cockpit

Telefonboks til tráleysa løðing

2 USB-C-portur + 230V-streymtak