• Škoda
    Fabia

    Nútíðar sniðgeving, tøknifrøði – og tað størsta viðførisrúmið í bólkinum

Hugsa tær!

Leitar tú eftir einum bili, ið virkar størri enn hann er? Heldur tú, at ‘størsta viðførisrúmið í bólkinum’ ljóðar lovandi? Gera framkomnar trygdarskipanir og 5 stjørnur frá NCAP nakað við tín tryggleika? Er slóðbrótandi tøkni nakað, tú bara mást hava? Og eru tað mørk fyri, hvussu stóran part av tínari fíggjarætlan bilurin skal fevna? So er FABIA kanska júst bilurin til tín…

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

Eksteriør

Hvat sigur tú so?

Tann nýggi Fabia hevur sjálvsálit, er nýmótans og dynamiskur, hevur stíl og yndi. Hann er fjølbroyttur og nøktar allan tín tørv. Óansæð um tú koyrir í býnum ella á víðum víddum, so fert tú at uppliva væl samansettu koyrieginleikarnar hjá tí nýggja FABIA. Við teimum stóru “ŠKODA”-bókstavunum á baklúkuni vísir tann nýggi FABIA seg erpnan fram sum ein part av ŠKODA-familjuni.

Bergtakandi at hyggja eftir

Tann nýggi FABIA fer eitt fet víðari við sniðgávuni hjá ŠKODA. Hann sýnir seg fram við sjálvvissu á ein fyrikomandi hátt. Vit hava sniðgivið, so tú fert at uppliva áhugaverdar smálutir, óansæð frá hvørjum vinkli, tú sært bilin. Vit eru errin av, at bilurin hevur minstu luftmótstøðu í øllum bólkinum (úr 0,28).

Interiør

Bíða bara til tú kemur inn

Set upp interiørið í tí nýggja FABIA eftir tínum egna tykki. Hevur tú millum annað lagt til merkis klárgeringina við kopari? Tað er hugsað um interiørið niður í minstu smálutir. Góð plássviðurskifti til ferðafólkini bæði á forsetrinum og baksetrunum í nýggja FABIA. Viðførisrúmið í nýggja FABIA er tað størsta í bólkinum (380 l), og tað hevur fleiri praktiskar ‘Simply Clever’-loysnir.

Framúrskarandi og rúmligt interiør

Interiørið í nýggja FABIA er snøgt í øllum smálutum og rúmligt á ein og hvønn hátt. Øll ferðafólkini, bæði á forsetri og á baksetrunum, hava allar góðar hentleikar, sum hava við sær einastandandi ‘Simply Clever’-loysnir. Tað er mest sum ein sjálvfylgja, at ein ŠKODA hevur størsta viðførisrúmið í øllum bólkinum.

Framkomin tøknifrøði

Nýmótans hentleika- og trygdarútgerð hevur tú við tær á øllum túrum. Tú kanst njóta eina nýmótans og trygga sniðgávu, við 9 stoytpútum umframt førara- og parkeringshjálparskipanir. 2-økis-luftskiftsskipan, ein røð av íbindingarmøguleikum, panoramasóltak sum eykaútgerð og nógv annað fer at gera tínar biltúrar makligar og hugaligar.

MEST FRAMKOMNU FØRARAHJÁLPARSKIPANIR

Løtt parkering

Parkering hevur ongantíð verið lættari. Tú skalt bara trýsta á ein knøtt.

LED-lyktir

Slóðbrótandi LED-lyktirnar geva eitt betri ljós og fevna um ymiskar trygdarfunktiónir.

Travel Assist

Travel Assist yvirtekur fyri ein part tamarhaldið á bilinum fyri at gera koyringina lættari hjá tær.

Trygdarskipanir

Við tí nýggja FABIA verða tínir dagligu túrar so tryggir, sum tað yvirhøvur er møguligt.

Online, eisini meðan tú koyrir

Teir framkomnu íbindingarmøguleikarnir í nýggja FABIA gera gerandisdagin lættari í bilinum og hava alt tað við sær, sum tær nýtist fyri at koma lagaliga á mál til tíðina.

Alt hetta og meira afturat

Clever-smálutir

Goymslurúm til regnskjól

Haldarar til trygdarvestar

Lummar til fartelefonir

Jumbo Box

Hentleikafunktiónir

Kessy

Tvey USV-C-stikk aftan

Panoramaglastak

Stólarmur við tveimum drykkivøruhaldarum

Gjøgnumhugsað viðførisrúm

Hill

Viðførisluteind

Krókar í viðførisrúminum

Netlag

Óvikilig trygd

ŠKODA FABIA hevur fingið allar tær møguligu 5 stjørnurnar í Euro NCAP-trygdarroyndunum.