Verið fremst í røðini

Vel tær ŠKODA FABIA og tú verður fremst í røðini, bæði á vegnum og í tí tú kanst gera við bilin. Tú verður altíð verandi nakað serligt takkað veri tað serbygda look’ið, hentu útgerðini og unika Simply Clever-bragdinum. Sjálvsikkur og rúmligur og kann reypa av handverki í hádygd. Hann imponerar ikki bara allar býabúgvar, men nøktar eisini sera væl tørvin hjá tí ungu familjuni.

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

Ger tær tað hugaligt

ŠKODA FABIA hevur nógv pláss bæði til fólk og viðføri. Kabinan er makliga breið, og tað stóra panoramatakið fær hana at síggja uppaftur størri út. Kom og síggj!

Óvikilig trygdarkrøv

Bara tí tey eru kompakt, merkir tað ikki, at modellini hjá ŠKODA slaka við trygdini. Úrvalið hjá FABIA av assistentskipanum eru uppaftur meira víðkað, so at tað nú eisini fevnir um nýggjar skipanir, sum vit kenna frá bilum í hægra endanum av stiganum.

Eiggiligir formar og elegansa

Tann nýggi ŠKODA FABIA hevur eitt meira búgvið snið, ið er merkt av einum nýsniðaðum instrumentpaneli. Tann nýformaða kølaraverjan lagar seg eftir teimum yndisligu LED-forlyktunum. Í samspæli við hvør aðra fáa tær ŠKODA FABIA til ein bil, ið er heilt sín egin.

Sterkur men kravlítil

FABIA hevur bara modernaðar bensinmotorar, ið sameina koyrigleði og umhvørvislig virði. Motorarnir geva millum 75 og 110 hk.