Stóri Golf

Hann er ein partur av familjuni, og navnið og sniðið avdúka, hvat hansara familjuleiklutur er. Golf Sportsvan er bæði sportligur uttan og serstakliga rúmligur innan.

Komfort

Eitt plássundur á høgum stigi. Golf Sportsvan hevur nóg mikið av plássi til alla familjuna og eini rúgvu av viðføri aftrat. Harumframt hevur tú við hægri sitistøðu betri útsýni, tá ið tú koyrir og lættari við at stíga inn og út úr bilinum.

Plásshugtak

Bjóðar pláss til øll tíni ítriv

Golf Sportsvan avdúkar fyrst og fremst sína veruligu stødd í kabinuni. Her bjóða gløggar loysnir nógv goymslupláss sum eitt nú tey liðiligu baksetrini.

Sjálvsøkni

Heilt persónligt. Fullkomiliga automatiskt

Golf Sportsvan kann lagast heilt serliga til tín, um tú vilt tað. Bilurin kennir teg aftur við “Key Memory” og tendrar millum annað tína yndisútvarpsrás, stillar luftskiftisskipanina inn til tín og kallar tín koyriprofil fram.

Útgerð og snið

Koyr við stíli. Sniðið og interiørið hjá Golf Sportsvan hugtekur við tíðarleysari elegansu.

Eksteriør

Vek áhuga við eini sportligari útsjónd

Skyldskapurin hjá Golf Sportsvan er týðiligur. Tað er ein vanligur Golf, men hóast alt sín egin. Heildarmyndin er merkt av fjølbroytni.

Interiør

Her kanst tú slappa av

Við einum serstøkum dámi og eini goymsluhugmynd, ið er sera væl umhugsað, kveikir kabinan í Golf Sportsvan undran hvønn einasta dag.