Pláss til viðføri og nógv aftrat

Sama hvat tú ætlar, so er hann fyrireikaður og er líka liðiligur sum tú. Við Golf Variant fært tú hópin av plássi, eitt dynamiskt snið, sportligan motor og eina langa røð av føraraassistentskipanum.

Útgerð og snið

Sniðið á Golf Variant er sportligt, elegant og dynamiskt úr øllum vinklum. Frá tí markantu gronini til ta framúr flottu reyvina – eitt sera eyðsýnt modell.

Eksteriør

Hetta sniðið fer heilt vist at hugtaka teg. Serliga tá ið tú vísir tað fram

Tá ið tú hyggur at hesum dynamiska og eleganta sniðmálinum og øllum fyrstafloks smálutunum, ið fylgja við, staðfestir tú beinavegin, at Golf Variant er nógv meira enn bara ein verkligur bilur til gerandisdagin. Hann er sniðaður við eyga fyri stíli, og hetta sæst í hansara sjálvvissu skuggasjón.

Interiør

Uppliva meira pláss til komfort

Pláss møtir komforti, møtir góðsku, møtir nýggjari tøkni. Alt hetta fært tú í Golf Variant – við einum greiðum endamáli: at allir koyritúrarnir skulu vera so avslappandi sum gjørligt.