• Volkswagen
    ID.3

Her byrjar nakað nýtt:
ID.3

Við ID.3 byrjar eitt nýtt, dynamiskt tíðarskeið í hugaheiminum við elektriskum mobiliteti. Avrik á elektriska økinum saman við slóðbrótandi sniðgeving – við góðum brúksmøguleikum í gerandisdegnum. Fyri fólk, ið gjarna vilja hava broytingar. Framtíðin liggur opin.

Tú kanst byrja við einum CO2neutralum umhvørvisroknskapi

Vit hava sett okkum fyri, at vit vilja handa tær ID.3 við einum CO2-neutralum umhvørvisroknskapi. Fyri at tú frá byrjan av kanst koyra við einum neutralum CO2-roknskapi, lækka vit og sleppa okkum undan CO2 í framleiðsluni, fyrst og fremst við ymiskum tiltøkum, sum tú kanst lesa meira um her.

Eitt av tiltøkunum er at nýta grøna elorku bæði til framleiðsluna av battaríum og á verksmiðjuni í Zwickau, har ID.3 verður framleiddur. CO2-útlátið, ið ikki slepst undan – frá framleiðslu til útflýggjan av bilinum til kundan, og sum verður roknað út eftir tí serstaka umhvørvisroknskapinum – verður javnað við góðkendum verkætlanum at verja veðurlagið. Til teir fyrstu ID.3-bilarnar eru váttanir frá verkætlanini fyri skógarvernd, “Kantingan Mentaya,” nýttar. Tær eru góðkendar sambært “Verified Carbon Standard” (VCS) og “Climate, Community & Biodiversity Standard” (CCB).

Elektriski mobiliteturin hevur harumframt góð líkindi fyri at minka um CO2-útlátið í nýtsluumfarinum nærum niður í null: við miðvísari løðing við grønum streymi. So verjan av veðurlagnum liggur í tínum hondum!

ID.3. Býður tær vælkomnum.
Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir

e-tøkni

Battarí og koyristrekki

Megnarorka. Skjót løðing

ID.3 er merkisverdur við tí góða koyridynamikkinum, ið eyðkennir elbilar. ID.3 fæst við trimum ymiskum frávikum viðvíkjandi útgerð – og við skalérbarum battaríi (við møguleika fyri stigvíst økjandi effekt), sum gevur eitt koyristrekki á 330 – 550 km. Skjótløðing ger, at ein ID.3 við battaríi á 58 kWh við løðieffekt á 100 kW í 30 min. verður løddur til eitt koyristrekki á uml. 290 km (WLTP) ella uml. 200 km koyring á motorvegi – og hetta er nýggjur standardur hjá bilum í hesum bil-klassanum.

Ferðøking

Tann nýggja kenslan av ferð

Heldur tú, at krossvegir við ferðsluljósum eru argiligir? Ikki í einum ID.3! Frá nú av verður tað rættiliga stuttligt at uppliva hvønn krossveg sum ein nýggjan start – og so bara seta í gongd. Einki girskift meira, eingin seinkan meira. Bert støðug, dynamisk ferðøking við fullum snúningsmomenti frá starti av. Tú merkir sjálvur framtíðarinnar mobilitet og eitt nýtt slag av koyrigleði, meðan tú verður trýstur aftur í setrið. ID.3 fæst við trimum ymiskum frábrigdum: Við battarístødd frá 45 kWh til 77 kWh.

Hentleikar

ID.Light

Ógvuliga smart: tað intelligenta ljóshugtakið

ID.Light hevur visuelt samskifti við teg og er ein hjálp í sambandi við navigatiónsskipanina (eykaútgerð) at koma meira róliga gjøgnum ferðsluna. Um tú nýtir raddarstýringina, fært tú eina afturboðan frá tíni rødd við einum ljóstekni. Tá tú fert úr tínum ID.3, sigur ID.Light farvæl við eini heilsan – við intelligentum ljóstekni.

AR Head-up-Display

Eitt róligt eygnakast inn í framtíðina. Og á vegin

Augmented Reality (øktur veruleiki) Head-up-Skíggin (eykaútgerð) flytir hentar upplýsingar beinleiðis til sjónarringin í forrútinum og hjálpir tær at slappa av, meðan tú koyrir. Tað vísir tær t.d., hvussu tú skalt snara. Avmyndingin á rútin og tað, ið hendir á asfaltinum, sær næstan út at renna saman í eina heild. Fleiri koyrihentleikar hvønn einasta dag.

Panoramatak

At síggja gott út: panoramatakið

Vit teirri óvanliga stóru glasflatuni, sum nærum fevnir um alla takbreiddina, er panoramaglastakið (eykaútgerð) eitt, sum í sær sjálvum fangar eygað. Enn vakrari: frítt útsýni til himmalhválvið. Tað tónaða glasið gevur eisini eitt fjálgt hitalag, eisini tá sólin skínur.

Talistýring

Tamarhald á øllum. Eftir boðum

At fonglast við knøttar, meðan ein koyrir, er ikki neyðugt longur. Hygg eftir vegnum – intuitiva raddarstýringin ger tað møguligt at brúka útvarpstól, navigatiónsskipan (eykaútgerð) og telefon. Tú skal bert siga: ”Hello ID.” ella ”Hej ID.” – so skilir skipanin teg.

Sniðgeving

Vælkoma

ID.3 sigur “Hey.” Við ljósum

ID.3 kennir teg aftur, tá tú nærkast bilinum við billyklinum, um bilurin hevur lás- og startskipanina “Keyless Advanced” (eykaútgerð). Tær stílreinu LED-Matrix-forlyktirnar (eykaútgerð) tendra eitt stutt bil, sum um tær blunka til tín og fær ID.3 at tykjast næstan menniskjansligur. ID.Light í kabinuni gevur tær beinanvegin eina kenslu av at vera vælkomin. Tá tú startar, hoyrist eitt spakuligt ljóð, har tú fært hug at koyra avstað beinanvegin. Tá tú fert úr tínum ID.3, sigur ID.Light farvæl við eini heilsan – við intelligentum ljóstekni.

Uttaná

Minni bilur. Meira ID

LED-Matrix-forlyktirnar, Volkswagen búmerkið, sniðgivið av nýggjum, og eyka ljóslinjan – eru frá báðum síðum fráboðanir um búmerkið, sum er futuristiska sjóndareyðkennnið hjá ID.3. Sjóndareyðkennini byrja líka so futuristiskt framman sum tey enda aftan á bilinum – fullgjørd.

Innan

Og? Hvat dámar tær?

Fullkomna, nýsniðgivna útsjóndin heldur fram allan vegin inn í kabinuna. Bæði futuristiskt, høgligt og einfalt. Hetta sæst aftur við teimum innbjóðandi setrunum, góða plássinum til beinini og tí stóra touch-skíggjanum. Afturat hesum kemur ID.Light og ambienteljósbúnaðurin, sum tú lagar eftir tínum egna tørvi.

Ambienteljósbúnaður

Tað er eyðsýnt: dámligir litir, róligari koyring

Gev tínum ID.3 fleiri einstaklingseyðkenni. Til tess kanst tú velja millum tíggju yndislitir sum standard (sum eykaútgerð eru 30 ymiskir litir at fáa) og geva kabinuni eitt varisligt ljós. Tað veri seg instrumentpanelið, fartelefonhaldarin (eykaútgerð) og hurðarnar. Sama um tú vilt hava kaldligt ella fjálgt ljósføri – valið er títt.