• Volkswagen
    ID.4

Stuðlar tær, koblar teg í og gevur tær nýggjar møguleikar

Ein spildurnýggj fyriskipan viðv. plássi, sum gevur tær eyka frælsi. Elektronisk avrik, sum tú fert at vera sera glaður fyri. Hugskygdur stýringshentleiki, sum ger alt lættari. Tann nýggi ID.4: Sterkur sum ein SUV, elektroniskur sum ein ID.

e-Tøkni

Framdráttur

Við fullari ferð frameftir

Frá nú av verða øll reyð ljós bara ein nýggj byrjan, har tú fert at uppliva koyrigleði heilt av nýggjum. Tí elmotorurin í ID.4 hevur eina dynamiska ferðøking við fullum snúningsmátti heilt frá byrjan av. Við teimum modellum, har systemveitingin hevur 204 hk, megnar tú snarkoyringina frá 0 til 100 km/t uppá bert 8,5 sek. Uttan gearskifti, uttan tarn av nøkrum slagi – tað er bara at traðka spitaran í botn og kenna gásaholdið í spenninginum.

Avrik og koyristrekki

El førkar teg frameftir

Um morgunin er tað tann friðarligi túrurin til arbeiðis, men áðrenn tað skalt tú venja, og tá tú hevur frí, verður farið við fullum viðføri ein vikuskiftistúr. Við ID.4 er tað eingin trupulleiki.* Í modellunum 1ST og 1ST Max hevur tú eitt battarí við 77 kWh nettobattarí-orkuinnihaldi og eitt samansett koyristrekki á 499-490 km** umframt eina systemveiting á 204 hk.

*Koyristrekkið broytist í roynd og veru við koyrimáta, ferð, brúk av ymiskum hentleikum/øðrum brúki, hitalagi, tali av ferðafólki/farmi og staðlýsing.

**Kundaviðkomandi koyristrekki-tøl fyri ID.4 við 77 kWh battaríi og bakhjólsdrátti. Koyristrekkið broytist í roynd og veru við koyrimáta, ferð, brúk av ymiskum hentleikum/øðrum brúki, hitalagi, tali av ferðafólki/farmi og staðlýsing.

Altjóða løðing

Ómakaleys løðing í altjóða koyring

Við ‘We Charge’ hevur tú allastaðni í Europa atgongd til meira enn 150.000 løðistøðir* – íroknað tað fullkomna snarløðingarkervið frá IONITY.

Um tú skalt løða á IONITY-snarløðistøðum í Danmark ella í øðrum londum, so skalt tú gjalda fyri tína nýtslu á løðistøðunum. Um tú hevur hald frá Clever, er óavmarkað løðing á snarløðarum í kervinum hjá Clever íroknað tínum haldaragjaldi.

*Meira enn 80 % av atkomandi almennu løðingarinnskipanini í Europa.

e-Sound

Hesin bilurin ljóðar øðrvísi

Tað veldst um bilin, hvussu stillur ein elbilur er. Fyri at økja um ferðslutrygdina, er ID.4 við eini ferð upp móti 30 km/t stillari innanífrá og eitt sindur týðiligari at hoyra uttanífrá. Tað hevur við sær, at gongufólk lættari verða varug við bilin. Framtíðar samansetingin leggur dent á framskygda samleikan hjá bilinum – og hevur samstundis eitt eftirgjørt billjóð við sær, sum ger tað møguligt hjá fólki, sum eru til gongu ella á súkklu at hoyra teir nærum ljóðleysu elbilarnar.

Hitapumpa

Hitapumpan í ID.4 økir um koyristrekkið

Í spildurnýggja elektriska ID.4 gevur ein hitapumpa eina orkuvirkna upphiting av kabinuni. Harvið verður brúktur minni streymur frá battarínum. Fyrimunurin er upp móti 30 % longri koyristrekki um veturin.

Sniðgeving

Eksteriør

Virkisføri á vakrasta hátt

Ein urban SUV við einum stórfingnum sniðútkasti og einum venditvørmáti sum hjá einum lítlum bili: Tann nýggi ID.4 vísir, hvussu freistandi tað kann vera at koyra í einum elbili. Við fullgjørdum lættmetal-felgum í 18”,* 19” eller 21” (alt eftir modelli), einum takboyla til eyka viðføri, handtøkum feld inn fyri enn betri aerodynamikki, sum eykaútgerð 3D-LED-baklyktum við dynamiskum blunkljósum og einum øðrum, møguligum eyðkenni: Ljóslinjan, sum framman og aftan førir til tað nýsniðgivnað búmerkið hjá Volkswagen.

*Kemur seinni

Interiør

Vælkomin til títt ‘Open Space’

Innan er tann nýggi ID.4 sniðgivin á slíkan skynsaman og rúmligan hátt, at tað gevur tær og tínari familju eina stórfingna kenslu av at hava nógv pláss. Tað leggur tú beinanvegin til merkis, tá tú setur teg inn í bilin. Her er ríkiligt av plássi til beinini, her er ein broytilig miðkonsoll og maklig setur, har tú sum eykaútgerð fært tey við elektriskari stilling og minnisvirkni. Harumframt er bilurin at fáa við einum 12” (30,5 cm) stórum miðstaðar touch-skíggja og fleirvirkisratti við touch-handfaring og við vibratiónsfeedback. Ambiente-ljósini í teimum litum, tú sjálvur velur, fáa fram eina kenslu av at sita í eini salong. Saman við panoramasóltakinum, sum fæst sum eykaútgerð, verður tín koyring ein hvílandi uppliving.

Ambienteljós

Ljós til ein og hvønn hýr

Gev tínum ID.4 meira persónleika. Til tað kanst tú velja millum 10 ymiskar litir sum standard (sum eykaútgerð eru 30 ymiskir litir at fáa) og fáa eitt varsamt ljós í kabinuni, millum annað á instrumentpanelinum, fartelefonhaldaranum og hurðunum. Um tú velur eitt kaldligt ella fløvandi ljós – valið er títt.

Móttøka

Gevur tær eina persónliga móttøku

Tann nýggi ID.4 kennir teg aftur. Tá tú í samband við ta lyklaleysu lási- og startskipanina Keyless Access,* sum er eykaútgerð, nærkast bilinum og hevur billykilin hjá tær, lýsa IQ.LIGHT-LED-matrixforlyktirnar á bilinum (eykaútgerð) fyri at taka ímóti tær. Og ‘leaving home- and coming home’-funksjónin kastar ljós á vegin til og frá bilinum, so tú á tryggan hátt kemur til bilin ella til høvuðsdyrnar. Tað samvirkna ID. Light býður tær vælkomnum inni í kabinuni, áðrenn eitt varisligt ljóð, tá tú startar bilin, ger, at tú fært hug at fara avstað beinanvegin. Tá tú so aftur fert úr tínum ID.4, sigur tín ID.4 farvæl við einum ljóstekni og einum ljóði.

*Her hjálpir Keyless Access tær innan fyri tey mørk, ið eru í skipanini.

Litsniðgeving

Serstakur allur sum hann er

Við útvortis Style-pakkanum hevur tann nýggi ID.4 eina rúgvu av møguleikum til tín fyri eisini at strála úteftir – t.d. við tínum yndisliti. Sum nakað serstakt liggur metallakkið, sum tú kanst velja sum eykaútgerð, upp at takinum við svørtum mótliti við silvurlittari takrammu og c-stolpa. Hetta er ein litfrámerking, sum veruliga er eitt spæl við mótsetningum. Júst sum ID.4 sjálvur ger.

Hentleikar

Panoramatak

Eitt ófatiligt útsýni

Við tí ómetaliga stóra glasflata, sum nærum fevnir um alla breiddina av takinum, virkar panoramaglastakið (eykaútgerð) í sjálvum sær sum eygnariv, nakað tú varnast beinanvegin. Og enn vakrari: Fría útsýnið upp í loft. Tónaða glasið hevur harumframt eitt fjálgt hitalag við sær. Rullugardinan verjir móti sterkum sólarljósi, og tað kanst tú til dømis stýra á ein makligan hátt við røddini. Tú kanst siga: “Hej ID., vis mig stjernerne,”* og so fer rullugardinan frá.

*Raddarstýringin er ikki tøk á føroyskum, men á m.a. donskum, týskum og enskum.

Augmented-reality-head-up-display

Slóðbrótandi navigatiónsskipan

Í nýggja ID.4 varðveitir tú yvirlitið víðvíkjandi tí, sum hevur týdning fyri teg. Augmented-reality-head-up-display, sum er eykaútgerð, avmyndar týdningarmiklar upplýsingar beinleiðis á sjónarvíddina í forrútinum. Við augmented-reality-tøknifrøðini sært tú navigatiónina beinleiðis á vegnum og júst har, hvar tú koyrir beint fram ella skalt snara. Hetta gevur tær meira hvíld at koma á mál, tá tær ikki nýtist at hyggja burtur frá vegnum.

ID. Light

Eyðsýnt samskifti

Við ID. Light samskiftir tín ID.4 eisini sjónbært og er – saman við navigatiónsskipanini – ein hjálp at koma so róliga sum gjørligt gjøgnum ferðsluna. Bilurin býður tær vælkomnum og flytur leiðbeining frá upplýsingar- og hjálparskipanunum hjá bilinum til ljóstekin, sum ger at tú verður førdur róliga og stillisliga gjøgnum ferðsluna. Tá tú brúkar raddarstýringina, fært tú eina afturboðan frá ID. Light av tíni rødd. Tá tú fert úr tínum ID.4, sigur ID. Light farvæl við einum ljóstekni.

Talitænasta

Sig “hej” við tín ID.4

Lat tað vera ein farin tíð at verða órógvaður av knøttum og kontaktum, tá tú koyrir. Hygg á vegin – við intuitivari raddarstýring kanst tú heilt einfalt passa radio, navigatiónsskipan (eykaútgerð) ella fartelefon. Tú skalt bara siga “Hej ID.”* – so skilir skipanin teg.

*Raddarstýringin er ikki tøk á føroyskum, men á m.a. donskum, týskum og enskum.

Keyless Access

Hentur máti at opna bilin, koyra vøru inn og seta seg

Við “Keyless Access,” sum er eykaútgerð, skrásetir ID.4 eisini billykilin í lummanum hjá tær og opnar bilin, tá hondin hjá tær nærkast handtakinum. Við Easy Open & Close, sum fæst sum eykaútgerð, er ein lítil rørsla við fótinum undir bilinum aftan nóg mikið til, at elektriska baklúkan fer upp ella aftur. Tú fert at ásanna, at nýskapandi tøknifrøðin ger gerandisdagin lættari.

Viðfestiskrókur

Útgjørdur til tína útgerð

Krevja tíni ítriv, at tú hevur nógva útgerð við..? Hevur tú brúk fyri at flyta førning í samb.v. títt arbeiði..? Tað klárar ID.4 lættliga: Viðfestiskrókurin, sum er eykaútgerð, kann draga eina viðfestisvekt á 750 kg (uttan bremsur) – ella eina viðfestisvekt á 1.000 kg (við bremsum).* Tá tú ikki hevur brúk fyri viðfestiskrókinum, kanst tú í eini handavending koyra hann inn undir kúfangaran, har hann ikki sæst.

*1.000 kg við 12 % brekku.