Ein annar máti
Uppliva hvønn dag í vikuni ymist. Far og koyr við tí spildurnýggja ŠKODA KAROQ, fullur av trygdarkenslu fyri familjuni, pláss fyri øllum frítíðarítrivum hjá tær og øllum tí, ið ger lívið lættari.
Frekur frontur, vøddamikil útsjónd og dynamiskar proportiónir í kompaktari innpakking. ŠKODA KAROQ er klárur at taka seg úr mongdini inni í býnum og takla øll ævintýr saman við tær í náttúruni.
Tann nýggi KAROQ kann eftirlíka næstan øll tíni ynski. Tú kanst kringseta teg við sermerking, ið ger allar koyritúrar so stuttligar og hugaligar, at tú tímir ikki at fara úr bilinum aftur.
Fantastiskur fleksibilitetur við mongum gjøgnumhugsaðum detaljum og hópin av plássi bæði framman, á øðrum setursrað og enntá í viðførisrúminum. Hvat meira kanst tú ynskja tær?
Við so nógvum ymiskum felgusniðum at velja ímillum til KAROQ finnur tú við vissu tær felgurnar, tær dámar best. Her er stórt úrval av 16”, 17″, 18″ og 19″ aluminiumsfelgum. 18″ Braga er standard í Style.
ŠKODA KAROQ kemur við eini røð av trygdarsermerking og -assistentskipanum, ið geva tær eina kenslu av trygd í øllum førum.