• Tann nýggi Mazda CX-30

    Rúmsátt frælsi

Alt tær nýtist, sama hvagar tú skalt

So hvørt tú kemur víðari í lívinum hevur tú brúk fyri einum bili, ið fær fylgt við. Ein bilur við føgrum formum sum ein coupe og djørvum treystleika sum ein SUV. Uttan er hann nóg lítil til at snúgva sær allastaðni í býnum, men innan er hann nóg stórur til langar túrar. Ein bilur við áræsnum mátti og makaleysum høgleika og trygd.

Kveikjandi yndi

Hygg at tí japanska konseptinum ‘Yohaku’ – vakurleikanum í tí tómu rúmdini – sum gevur tí nýggja Mazda CX-30 einsýnda útsjónd bæði innan og uttan.

Reinur friður í huga

Smart tøkni sameinað við eitt snið, ið setir menniskjað í miðdepilin til tess at geva tær betur yvirlit og meira trygd á vegnum.

Hentleikar og frøi

Mazda Harmonic Acoustics í kabinuni og næstan einki óljóð uttanífrá borgar fyri eini høgligari ferð hjá øllum í bilinum.

Frælsi til at fara allastaðni

Meiri pláss til viðførið og fyrsta floks Skyactiv-motortøkni framman hava við sær, at ferðin verður uppaftur hugaligari.

Sniðað til tín

Bæði innan og uttan er tann nýggi Mazda CX-30 rætt og slætt vakur – heilt frá tí sveimandi sniðinum til tann dragandi formin innan og ta innovativu tøknina undir yvirflatuni. Hetta ger alt sítt til at stimbra tín lívsstíl og gera hvørja einastu ferð til sanna fragd.

Meira kraft við minni brennievni

Allir bensinmotorarnir eru konstrueraðir við tí nýggjastu Skyactiv-tøknini og eru útgjørdir við Mazda M-Hybrid elektriskari motortøkni, ið minkar orkunýtsluna – uttan at minka motoreffektina.

Hópin av sambinding

Halt sambandið við einum einstøkum trýsti

Mazda Connect veitir tær lætta atgongd til allar appirnar hjá tær á Android-telefonini ella teldlinum uttan nakað órógv. Tú hevur eisini Android Auto™/Apple Carplay™, USB-video og -avspæling, so at tú og hini í bilinum kunnu njóta tykkara yndisundirhald á leiðini.

Yndið í tí tóma rúminum

Tað er konseptið í sniðinum í tí ljósa og rúmliga interiørinum í bilinum. Í Japan rópa tey tað “Yohaku”. Her er høgligt pláss til fimm persónar, ið hava meiri frælsi til at røra seg og njóta samveruna og frálíka útsýnið til heimin uttanfyri. Sama hugskot myndar sniðið í viðførisrúminum, har ríkiligt er av plássi, og sum kann verða innrættað upp á ymsar mátar.

Rúmlig kabina

Meira pláss til alt

Kabinan í tí nýggja CX-30 kveikir eina kenslu av løttum, luftigum opinleika. Frástøðan millum førara- og passasersetrini við sínum breiðu komfortablu armlenum og millum fram- og baksetrini gevur meira pláss til at røra seg og slappa av. Her er eisini frítt at samskifta við øll í bilinum við so góðum útsýni. Tann rúmliga kabinan og tey stóru hurðaropini gera tað lætt at koma inn og fara úr bilinum.

Førarin í miðdeplinum

Alt er til taks

Kenslan av eyka frírúmi ger koyringina uppaftur hugaligari hjá føraranum. Alt er plaserað perfekt rundan um teg, so tað er lætt at handfara, og tað tryggjar minimala distraktión og maksimala koyrigleði.

Stórt viðførisrúm

Meira pláss til viðførið

Við einum viðførisrúmi upp á 430 litrar, lágari lessigátt og víðum opi fært tú lættliga lagt alt inn, sum tú skalt hava við, sama hvagar tú fert, og hvønn tú skalt hava við.

Framúrskarandi útsýni

Trygg og løtt koyring

Við tí høgt plaseraða førarasetrinum og mjáu stólpunum er útsýnið í tí nýggja CX-30 merkisvert allan kringin. Hetta ger sítt til at minka blindar vinklar, og tað víðkar trygdar bæði hjá tær, hinum í bilinum og øllum øðrum ferðandi.