Sniðgjørdur til at vekja undran – bygdur til at avrika

Uppliva hvussu tann nýggi Mazda CX-5 veitir koyrigleðini nýggja dimensjón. Við spildurnýggjum sniði bæði innan og uttan er okkara nýggjasti SUV makligur og gevandi bæði hjá førara og ferðandi. Við einum sniði, ið setir koyrigleðina í hásæti, gevur Mazda CX-5 øllum í bilinum eina sterka kenslu av Jinba Ittai, ein máttug kensla av at vera eitt við bilin.

Við menningini av okkara KODO Design og framúr handaligu góðsku er tann flotta ytra útsjóndin nøtrandi í okkara nýggju serlakkering Soul Red Crystal, meðan tann rúmliga kabinan, ið setir menniskjað í miðdepilin veitir bæði tær og tínum ferðandi góða komfort. Hóskar so stak væl til drúgvar, undirhaldandi útferðir við familju og vinum. Við framkomnu i-ACTIVSENSE-trygdartøknini kunnu tit øll lena tykkum afturá og njóta túrin. Deil tína gleði við framúr koyrigleði.

Snið

Framúr snið og tøkni, ið virkar sum ein samfeld eind.

Orkueginleiki

Sterk avrik, undursamt gagnnýti.

i-ACTIV AWD

Fyrstafloks vernd til tín og tíni ferðandi.

Framkomin trygdartøkni

Trygd, ið veitir allari familjuni koyrigleði.