Ikoniski søluslúkarin – roadstarin, ið er bygdur til koyrigleði burturav
Mazda MX-5 blæsur teg um koll, áðrenn tú yvirhøvur hevur sett teg inn í hann. Hann fæst nú í tí flotta sprelllivandi Soul Red Crystal-karrosserilitinum, ið leggur dent á vakurleika og góðsku í virðislønta sniðinum KODO – Soul of Motion. Ikki fyrr enn tú hevur sett teg inn og uppliva MX-5, følir tú sanna koyrigleði.
Okkara slóðbrótandi tøkni, SKYACTIV Technology, og lættvektstrategi syrgja fyri, at hesin kompakti og lætti sportbilurin veitir eina fúkandi koyriuppliving – og gevur tær ta serligu Jinba Ittai-kensluna av sameining millum teg og tín Mazda MX5. Hon kemur eisini týðiliga fram í innbygdu MZD Connect–infotainmentskipanini og i-ACTIVSENSE–trygdareginleikunum, ið veita tær eyka vissu og tryggleika.