• Tann nýggi Mazda3 Hatchback

    Sporty og lokkandi

Eggjar allar sansir, longu áðrenn tú startar bilin

Tann nýggi Mazda3 Hatchback hugtekur í somu løtu, tú sært hann. Hann er sniðaður, so tú følir, at tú hyggur at einum listaverki – ikki bara einum bili. Ljósspælið í teimum flótandi linjunum á bilinum gevur tær ta fatan, at hann rørir seg, sjálvt tá ið hann stendur stillur.

Snið

Gyklandi afturskin

Hvørja ferð tú sært tann nýggja Mazda3, sær hann øðrvísi út, og tú tølast av teimum fínu og stundum dramatisku broytingunum í lyndi og atferð. Okkara dugnaligu handverkarar hava skapt eina yvirflatu á karossarínum, ið vísir smá, fín afturskyn, tá ið ljós og umhvørvi broytast.

Trygd

Rólig koyring í ferðslumeldri

Tá ið tú koyrir í tí nýggja Mazda3 syrgir okkara pakki av i-ACTIVSENSE-trygdartøkni fyri tíni trygd. Ein av funktiónunum er okkara Smart City Brake Support-system (SCBS), ið brúkar sensorar til alla tíðina at ansa eftir frástøðuni og ferðini við atliti at forðingum fyri framman.

Tøkni

Lætt at handfara

Tá ið tú hevur brúk fyri upplýsingum, eru tær beint har, sum tú vilt hava tær. Tann seinasta betringin er eitt breitt 8,8” miðdisplay. Tað ger handfaringina einfaldari, so at tú klárar alt frá kontrollpanelinum. Við tí dagførda miðdisplayinum og tí nýggju hugskygdu røktarskipanini fært tú stýrt øllum við einum fingri.

Halt sambandið

Mazda Connect økir koyrigleðina

Varðveit sambandið við umheimin, meðan tú savnar teg um koyringina við Mazda Connect, okkara infotainmentskipan við tí frálíku Bose-ljóðskipanini, ið fevnir um 12 hátalarar. Fæst nú við talgildari leiðbeiningarbók, so tú skjótt finnur tær neyðugu upplýsingarnar fram á tí nýggja miðdisplayinum í Mazda3.

Koyridynamikkur

Njót tað intensiveraða Jinba Ittai-bandið til bilin umframt frálíkar stýrieginleikar og koyridynamikk við okkara nýggjastu Skyactiv-konstruktión. Tað nýggja karrossaríið veitir meira stabilitet og effektivan orkuflutning. Allar linjur hevja ta vertikalu styrkina í bilinum. Tað er intuitivt og effektivt at handfara bilin.

Motorur

Vel tann nýggja Skyactiv-G 2,0-litra motorin, nú við eyka kraft, sylindaraaktivering og eini MILD-hydrid-skipan, ið gevur meiri mátt og framúrskarandi effektivitet. Skyactiv-D 1,8-litra motorurin hevur uppaftur minni emissiónir og lívligt reaktiónsevni.

SKYACTIV-motorar

Framtíðartryggjaður motorur

Takkað veri ta innovativu og ábyrgjandi motortøknini hjá Mazda kanst tú sum ekkaleysur Mazda-eigari koyra inn í framtíðina. Okkara motorar halda longu EURO 6d-Temp.

Bilarnir, ið verða vístir á myndunum, kunnu verða útgjørdir við eykaútgerð ella kunnu hava hægri útgerðarstig enn tað, ið greitt er frá.

Brennievnisstøðan og CO2-emissiónirnar eru ásettar eftir tí nýggju WLTP-regluni. Les møguliga meira á wltp.dk.