• Tann nýggi Mazda3 Sedan

    Slankur, raffineraður og elegantur

Sofistikerað dygd, innan og uttan

Tann nýggi Mazda3 Sedan eggjar tín sans fyri elegansu og raffinementi. Vit hava skapt eitt slankt og raffinerað karossarí í fullgjørdum stíli við okkara Kodo-sniði og framkomnu Skyactiv-tøkni.

Trygd

Sinnilig koyring í ferðslumeldri

Tá ið tú koyrir í tí nýggja Mazda3 syrgir okkara pakki av i-ACTIVSENSE-trygdartøkni fyri tíni trygd. Ein av funktiónunum er okkara Smart City Brake Support-system (SCBS), ið brúkar sensorar til alla tíðina at ansa eftir frástøðuni og ferðini við atliti at forðingum fyri framman.

Snið

Gyklandi afturskin

Hvørja ferð tú sært tann nýggja Mazda3, sær hann øðrvísi út, og tú tølast av teimum fínu og stundum dramatisku broytingunum í lyndi og atferð. Okkara dugnaligu handverkarar hava skapt eina yvirflatu á karossarínum, ið vísir smá, fín afturskyn, tá ið ljós og umhvørvi broytast.

Tøkni

Lætt at handfara

Tá ið tú hevur brúk fyri upplýsingum, eru tær beint har, sum tú vilt hava tær. Tann seinasta betringin er eitt breitt 8,8” miðdisplay. Tað ger handfaringina einfaldari, so at tú klárar alt frá kontrollpanelinum. Við tí dagførda miðdisplayinum og tí nýggju hugskygdu røktarskipanini fært tú stýrt øllum við einum fingri.

Halt sambandið

Mazda Connect økir koyrigleðina

Varðveit sambandið við umheimin, meðan tú savnar teg um koyringina við Mazda Connect, okkara infotainmentskipan við tí frálíku Bose-ljóðskipanini*, ið fevnir um 12 hátalarar. Fæst nú við talgildari leiðbeiningarbók, so tú skjótt finnur tær neyðugu upplýsingarnar fram á tí nýggja miðdisplayinum í Mazda3. *Er bara at fáa sum eyka ljóðpakki.

Motorur

Vel tann nýggja Skyactiv-G 2,0-litra motorin, nú við eyka kraft, sylindaraaktivering og eini MILD-hydrid-skipan, ið gevur meiri mátt og framúrskarandi effektivitet. Skyactiv-D 1,8-litra motorurin hevur uppaftur minni emissiónir og lívligt reaktiónsevni. Allir okkara motorar umfata nýggjar skipanir, ið økja kraftina við lítlari ferð og geva effektivari koyring í bý og bygd.

Tann reinasta defin­i­tiónin av ljóði

Koyringin er kveikjandi í tí nýggja Mazda3 takkað veri tann akustiska upplivingin. Bose og Mazda hava arbeitt nær saman og kannað, hvussu vit kunnu fáa alisfrøðiligar reglur og menniskjansligar kenslur at spæla saman og geva eina sterkari kenslu. Ljóðskipanin er djúpt integrerað í bilinum, hátalararnir eru optimalt plaseraðir, og Bassmatch syrgir fyri einum ótrúliga máttugum bassljóði.

Koyridynamikkur

Njót tað intensiveraða Jinba Ittai-bandið til bilin umframt frálíkar stýrieginleikar og koyridynamikk við okkara nýggjastu Skyactiv-konstruktión. Tað nýggja karrossaríið veitir meira stabilitet og effektivan orkuflutning. Allar linjur hevja ta vertikalu styrkina í bilinum. Tað er intuitivt og effektivt at handfara bilin.

SKYACTIV-motorar

Framtíðartryggjaður motorur

Takkað veri ta innovativu og ábyrgjandi motortøknini hjá Mazda kanst tú sum ekkaleysur Mazda-eigari koyra inn í framtíðina. Okkara motorar halda longu EURO 6d-Temp.

Bilarnir, ið verða vístir á myndunum, kunnu verða útgjørdir við eykaútgerð ella kunnu hava hægri útgerðarstig enn tað, ið greitt er frá.

Brennievnisstøðan og CO2-emissiónirnar eru ásettar eftir tí nýggju WLTP-regluni. Les møguliga meira á wltp.dk.