Nýggi Mazda6 Sedan er ultimativur í hvørjum einasta smáluti

Mazda6 Sedan er frálíkur at koyra í og so javnt flottur og elegantur, at hann vekir altíð undran – í býnum, til arbeiðis, og tá ið tú fert ein langan biltúr. Interiørið er gjørt við øllum handverkslistareglum í huga við framtíðar tøkni og fínligum KODO: Soul of Motion-sniði. Tú leggur merki til, at Mazda6 Sedan aftur skilgreinar allan týdningin av dygd og hentleika. Lena teg afturá og slappa av í tí nýggja hugtakandi interiørinum, ið er meistarliga sniðað við menniskjanum í miðdeplinum við lutum úr træ og ruskinni og við møguleika fyri útlufting í forsetrunum – alt við ultimativum komforti fyri eyga.

Við tí dynamiskt sniðaða afturpartinum kemur rein og skær elegansa, ið er undirstrikað í flotta spælinum í okkara nýggasta liti, Soul Red Crystal. Koyring hevur ongantíð verið so ómakaleys og ein størri fragd enn við okkara nýggjastu i-ACTIVSENSE-trygdarskipanum, ið geva tær fult tamarhald. Nýggjasta SKYACTIV Technology veitir framúrskarandi avrik og brennievnisøkonomi.

Snið

Hvør einasti smálutur í tí nýggja Mazda6 Sedan osar av dygd, sum tú ikki bara sært…

Avrik

Málið við okkara nýggja Mazda6 Sedan er at geva føraranum eina spennandi uppliving…

Infotainment – MZD Connect

MZD Connect – Bygt við tær í huga…

Framkomin tryggleiki

Nýggi Mazda6 Sedan fremur álit frá allarfyrsta túri…