Nýggi Mazda6 Stationcar gevur tær koyrigleði og framúr komfort

Nýggi Mazda6 Stationcar er ein flottur og elegantur bilur, ið er til reiðar til eina og hvørja støðu og skjótt lagar seg eftir tínum virkna og krevjandi lívsstíli. Dynamiska KODO: Soul of Motion-design, komandi ættarliðstøkni og eitt nýtt luksusinteriør ger henda stationvognin so rúmligan og liðiligan, at hann uttan hóvasták nøktar allan tørv hjá tær. Vikuskiftistúrar og ferðir við familju og vinum gerast hugaligar upplivingar fullar av koyrigleði, serliga í útgávum við ventileraðum forsetrum. Tað hugtakandi sniðið er vorðið meiri búgvið, og tað geislar av lívi í okkara nýggju signaturlitum Soul Red Crystal og Machine Gray Metallic. Hvør einasta løta følist serlig í tí rúmligu luksuskabinuni, ið fæst bæði úr fínasta leðri og elementum av japanskum sen-træ og ruskinni.

Ongantíð fyrr hevur tað verið so trygt og undirhaldandi at koyra Mazda6, takkað veri teimum gløggu i-ACTIVSENSE-trygdarskipanunum, framkomnu tøknini, SKYACTIV Technology og yvirhøvur kensluni av at vera eitt við bilin.

Snið

Tá ið tað ræður um at gera seg væl dámdan ger Mazda6 Stationcar teg steinbilsnan.

Avrik

Mazda6 Stationcar klárar lættliga alla avbjóðing.

Infotainment – MZD Connect

Sterka kenslan av at vera knýttur at tínum Mazda6 Stationcar mennist av MZD Connect…

Framkomin tryggleiki

Vit ivast ikki í, at trygd og avrik skulu ganga hond í hond fyri at veita veruliga koyrigleði.