OCTAVIA COUPÉ
Tak væl ímóti ríkiligum plássi, makaleysum umstøðum og snøggari útsjónd.
Spildurnýggja ættarliðið av OCTAVIA COUPÉ er størri – og sært tú hann sum eina skuggamynd, minnir hann ikki sørt um ein snotiligan coupé, har hann er meira kenslusamur og dynamiskur enn nakrantíð áður at lýta á. Hann lýsir á ein og hvønn hátt av sjálvsáliti, tíðloysi og dygd, so hann fer at umboða teg á besta hátt, uttan mun til, hvagar tú ert á veg.
Vælkomin til nýggja cockpit-ættarliðið, sum hevur ein standard í einum klassa fyri seg. OCTAVIA COUPÉ hevur ‘Head-up-display,’ sum avmyndar upplýsingar á forrútin og sum hevur eina nýggja frásjón á umheimin við sær. Tú sært allar týðandi smálutir á tveimum 10” skýggjum, sum eru at fáa í tínum OCTAVIA COUPÉ. Minimalistisku linjurnar og ambienteljósini, sum tú kanst fáa í tínum OCTAVIA COUPÉ, setur ein serliga hugnaligan dám á kabinuna.
Við týðandi eindunum sum tey AGR-góðkendu ergonomisku setrini umframt ‘Dynamic Chassis Control,’ sum OCTAVIA COUPÉ kann hava sum útgerð, fert tú altíð at vera væl fyri, tá tú kemur á mál á tíni ferð. Komfort-útgerðin, sum tú kanst fáa í tínum OCTAVIA COUPÉ, fevnir um ‘Travel Assist,’ sum hevur við sær eina lagaliga koyring, til ‘Virtual Pedal’ til baklúkuna.
Tann spildurnýggi og enn rúmligari OCTAVIA COUPÉ nøktar allan tín tørv í tínum arbeiði í vikuni, umframt at tað er pláss til ætlanirnar hjá familjuni í vikuskiftinum. Tú fært meira enn so pláss fyri øllum í bagasjurúminum á 600 l, og tá er tað framvegis nógv pláss eftir til ferðafólk á forsetri og baksetrum.
Tú kanst koyra ekkaleysur, uttan mun til um tú smýgur teg gjøgnum skundmiklu gøturnar í býnum ella koyrir avstað á víðum víddum. OCTAVIA COUPÉ hevur nógvar føraraassistentskipanir. Tær níggju stoytpúturnar og allar fimm stjørnurnar frá Euro NCAP-royndini seta trygdina hjá ferðafólkunum í hásæti.
Vel tær ein snotiligan familjubil, sum er bíligur í rakstri. Tú kanst velja millum fleiri bensin- og dieselmotorar, umframt frábrigdi við el.