Ein bilur í serflokki

ŠKODA OCTAVIA — ein bilur, ið víkir frá øllum normum. Eitt imponerandi snið, makaleyst interiør og handverk í sergóðsku, alt sameina í eitt kompakt modell, ið er tað ideella valið hjá bæði hjartað og sál. Bilurin er fyrimyndaligur til vinnuferðir, og eisini til alla strongd og allan meldur, sum smáar og stórar familjur hava at dragast við í gerandisdegnum.

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

Djarvt og unikt snið

Sniðið á OCTAVIA fær pulsin upp. Dupultar forlyktir eru báðumegin ta breiðu kølaraverjuna, og lyktirnar saman við kromlistanum á kúfangaranum framman vísir sjálvsálit og kveikir virðing. Aftan og innan goymir bilurin fleiri detaljur.

Stílfullur og praktiskur í senn

OCTAVIA er ein eindømis samanseting av einum stílfullum hatchback og einum fleksiblum familjubili, ið kann brúkast til alt. Altso, tú fært tveir bilar í einum.

Stórt úrval av felgum

Tað stóra úrvalið av aluminiumsfelgum ger bilin hjá tær uppaftur serligari. Vel millum felgu upp á 16, 17 og 18 tummar í smartum og sportsligum sniði.

Tín persónligi hjálpari

Hugsar tú um, hvussu veðrið man vera har, sum tú ætlar tær at fara, ella at vandi er fyri at standa leingi í bíðirað? OCTAVIA veit alt hetta og uppaftur meir. Fjarstýring av bilinum við snildfonini hjá tær og neyðarkall er ein spildurnýggj funktión.

Uppiborin komfort

OCTAVIA er ikki bara eitt flutningstól. Bilurin gevur sínum eigara møguleika fyri at slappa av og verða forkelaður á hvørjum tí einasta túri. Tú fert altíð at gleða teg til tín næsta túr.

Simply Clever – altíð einfalt og intelligent

Tað er ikki bara sniðið hjá OCTAVIA, sum er elegant. Tær smartu loysnirnar við bilinum, sum hvønn dag spara tíð og frøa, eru líka so stílfullar.