• Passat Variant

Vinnulívsbilaklassin enduruppfunnin.
Tann nýggi Passat Variant.

Framgongd hevur fleiri síður. Hóast tað, eru tað ofta ting í gerandisdegnum, sum gera allan munin. Sum at koma avslappaður fram – um tað so er til eina handilsmáltíð ella fótbóltsvenjing hjá børnunum. Tann nýggi Passat, sum framyvir bara verður at fáa sum stationcar, hevur meira vælverupláss enn nakrantíð áður og imponerar við sínum sportsliga sniði, høga komfortstigi og slóðbrótandi tøkni.

Meira um tann nýggja Passat

Tað nýggja eksteriørið

Nýtt. Og kortini, fullkomiliga Passat.

Uppliva hugtakandi sniðið á tí nýggja Passat. Tann breiðara, longra og flatara skuggamyndin er elegant og samstundis sportslig og útstrálar reindyrkaðan dynamikk – og er kortini allatíðina trúgvin mótvegis sínari týðiligu Passat-DNA. Uppliva ein Volkswagen, sum ikki bara fær tín puls upp á kók, men eisini pulsin hjá teimum, sum tú koyrir framvið.

Tað nýggja interiørið

Kom fram. Sjávt áðrenn tú fert avstað.

Tú setur teg inn, spennir trygdarbeltið – og gloymir næstan at koyra avstað. Í tí nýggja Passat kann tað væl koma fyri – og ikki bara orsaka av ergoActive-setrunum við massasjufunktión (eykaútgerð). Tí við tí imponerandi interiørinum, við rúmligum plássviðurskifti og fokus á slógbrótandi tøkni og elegant snið, setur hann nýggjar standardar. Eksklusivir smálutir, so sum tær sjónligu seymingarnar, geva samstundis føraraorienteraða cockpittinum ein dám av marglæti. Fleiri og meira fjølbroyttir goymslumøguleikar, sum t.d. tann stóra jumboboksin í miðkonsollini, geva fjølbroytt goymslupláss til alt tað, sum er umráðandi.

Adaptiva undirvognsstýringin DCC Pro

Doyvir. Út yvir allar vónir.

Ofta eru tað tær ósjónligu nýmenningarnar, ið gera munin. T.d. adaptiva undirvognsstýringin DCC Pro við dynamiskari stýring, ið fæst sum eykaútgerð. Teir elektroniskt stýrdu stoytdoyvararnir við 2-ventil-skipan tilpassa seg uppá millisekund til vegbreytanna natúru og tess koyriumstøður. Hetta, saman við longu akslafrástøðuni, elvir til uppaftur meira komfort og koyrigleði í tí nýggja Passat. Og er tørvur fyri tí, kanst tú tilpassa tín Volkswagen uppaftur meira við teimum ymisku stillingunum Comfort, Sport og Individual.

Passat Variant – myndasavn