Pluss 2 Dekningur

Víðka dekningin hjá tær.

Tá ið tú keypir ein nýggjan Volkswagen, tryggjar okkara nýggja nýbilgaranti teg í 2 ár og dekkar tilfars- og fabrikatiónsfeilir. Men tú kanst leingja garantiið upp í 4 ár (tó maks. 120.000 koyrdar kilometrar), um tú velur okkara Pluss2Dekning, ið gevur tær 2 eyka ár við trygd. Soleiðis sleppur tú heilt undan at stúra fyri eykaútreiðslum tey fyrstu 4 árini.

2 ára eyka trygd við frá byrjan.

Tú kanst tekna ein Pluss2Dekning, tá ið tú keypir ein spildurnýggjan Volkswagen persónbil* og í seinasta lagi, tá ið tú fært hann leveraðan.

Vit eru til reiðar at skifta út og umvæla, ikki bara í Føroyum, men næstan allastaðni í Europa. Og sama, hvar tú skuldi fingið brúk fyri okkum, so kanst tú rokna við originalum eykalutum og serútbúnum fakfólki. Selur tú tín Volkswagen einaferð tey næstu 4 árini, kanst tú leggja Pluss2Dekning og trygdina, ið fylgja við, oman á prísin.

Pluss2Dekningurin hjá Bilasøluni kann bara verða teknað, um tú samstundis keypir ein spildurnýggjan Volkswagen persónbil. Avtalan skal gerast innan fyrstu skráseting.

*Pluss2Dekningur fevnir ikki um Volkswagen vinnubilar, t.d. Caddy, California, Multivan ella Amarok. Síggj øll modellini hjá Volkswagen vinnubilum á www.volkswagen-erhvervsbiler.dk. Ivast tú, so set í samband við Bilasøluna.

Hvat fái eg við Volkswagen
Pluss 2 Dekningi?

Víðfevnda trygd
Ta tíðina, tá ið avtalan er í gildi, umvæla ella útskifta vit allar dekkaðar lutir, um óhapp skuldi borist á. Dekningurin er so umfatandi, at tú kanst hava sama frið á tær, sum tú hevur við Volkswagen nýbilgaranti, um mekaniskir ella elektroniskir lutir skuldu brotna.

Hjálpin er nær
Pluss2Dekningurin hjá Volkswagen-umboðunum er galdandi í meginpartinum av Europa. Sama hvar tú ert, er tann næsti autoriseraði Volkswagen Servicefelagin klárur at hjálpa tær, um tú fært brúk fyri tí. Tær nýtist altso ikki at flyta bilin langt fyri at fáa hjálp.

Autoriserað tænasta
Tín Volkswagen Servicefelagi kennir tín Volkswagen. Skuldi tú verið fyri óhappi, finst ikki tryggari stað at seta bilin. Tú skalt ikki ivast í, at bilurin hjá tær er í hondunum á serfrøðingum, og at eykalutirnir eru originalir, so at tín Volkswagen verður verandi originalur.

Stórt endursøluvirði
Um tú selir bilin víðari í dekningstíðini, fylgir Pluss2Dekningurin hjá Volkswagen-umboðunum við bilinum og verður fluttur til næsta eigaran. Tað veitir trygd fyri, at tín Volkswagen varðveitir virðið uppaftur betur.

ModellPrísur til samans fyri bæði árini
up!, e-up!, PoloKr. 2.990,-
Golf, e-golf, Golf GTD, Golf R, Golf Variant, Golf R Variant, Golf Sportsvan, T-RocKr. 3.490,-
Beetle, Touran, Tiguan, Passat, Passat Variant, ArteonKr. 5.990,-
SharanKr. 8.690,-
TouaregKr. 9.490,-

Eyka dekningur við nógvum fyrimuni.

  • Stórt endursøluvirði
  • Fá hjálp á næsta Volkswagen-verkstað – her og í meginpartinum av Europa
  • Service á autoriseraðum verkstað veitir tær trygd og dygd
  • Avtalan dekkar upp í 120.000 km. ella í 4 ár – alt eftir hvat ið kemur fyrst
  • Er galdandi fyri Volkswagen-persónbilar og Vans, Caddy undantikin