Tríggir bókstavir ið fáa teg at gloyma alt annað

GTI stendur sum vant fyri sjáldsomum avriki og stórari koyrigleði. Nýggjasti Polo GTI heldur siðvenjuna koyrandi og dregur forvitin eygu at sær við síni dynamisku útstráling.

Avrik

Tann kenda og tiltikna “GTI-megin” hevur borgað fyri koyrigleði í yvir 40 ár. Avrikini eru frálík, men gloym ikki nútíðartøknina, sum hjálpir tær í koyringini.

Motorur

Tí tú setur prís upp á avrik

Vilt tú fegin hoyra meira um motoravrikið hjá hesum kompakta sportakfarinum? Hann er vaksin uppaftur meir – nú heilar 200 hk! TSI-motorurin er tó meira afturhaldin, hvat nýtsluni viðvíkur.

Differentialsperring XDS

Njót hvørt einasta sving

Dámar tær sving? Tann elektroniska differentialsperringin XDS (standard) forðar hjólunum í at spinna. Vandin fyri undirstýring minkar, og einki forðar fyri sportligari koyring í svingunum.

Útgerð og snið

Tann dynamiska útsjóndin avdúkar beinanvegin, hvat liggur undir motorlúkuni. Tey serligu GTI-eyðkennini eru sum vant at síggja bæði innan og uttan, og eru tey sameinað í nútíðar snið og framkomna tøkni.

Eksteriør

Sjálvstilvitan

Longu langt burtur frá sæst týðiliga, at tað er ein GTI – takkað veri tey serligu GTI-eyðkennini í samspæli við framsøkið snið. Tað umfatar millum annað reyðan prýðilista, tann sekskantaða formin í útluftingargittarinum, reyðar bremsukalibrar og dynamiskar lættmetalfelgur.

Interiør

Set teg inn í ein rættan GTI

Ikoniska GTI-sniðið heldur fram í kabinuni við millum annað teimum eyðkendu reyðu træðrunum í róðrinum, mottunum og ternuttu Clark-setrunum. Bara komforturin hevur fingið uppaftur meiri uppmerksemi.