Útgerð og snið

Polo er álítandi, vísur og sportligur. Eitt greitt listasnið og snøggar linjur geva Polo eina lýtaleysa javnvág millum snið og tól. Hann sannførir við tryggum nútíðar hentleikum. Stutt sagt: Tú fært hug at koyra Polo.

Eksteriør

Geislar sjálvvissu

Polo er sportligur og markantur. Gronin hevur fingið ein meiri dynamiskan dám við tí longu motorlúkuni, og tær vatnrøttu linjurnar gera, at hon tykist breiðari. Sportliga útsjóndin, kompaktu málini, og tað stutta yvirhangið eru við til at útvega hádygdar koyrigleði.

Interiør

Meira pláss til tokka

Hámørkini í einari Polo-kabinu eru ambiente-lýsingin (standard í Highline), setrini við armleni (standard í Polo GTI) og tað nýggja dekorinnleggið. Haraftrat er Polo eisini vaksin – tað gevur øllum meira lofts- og beinpláss.