Vit sóknast eftir málaralærlingi til plátu- og lakkverkstaðið
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag? Og vilt tú sleppa undan at gjalda landsskatt av tínum fyrstu 50.000 kr. árliga? So er hetta kanska júst rætta starvið til tín!
Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum málari, ið er:
• samstarvssinnaður
• álítandi
• røkin
Tú verður partur av einum vælvirkandi, arbeiðssomum og dugnaligum toymi. Vit stremba eftir at veita bestu tænastu til kundan, og har kundanøgdsemi og góðska er í hásæti.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Paula av Reyni, verkførara, á tlf. 239731.
Umsóknin skal sendast til prolakk@prolakk.fo
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Ongin uppgáva er ov stór!
Eyðkenni við okkum er, at vit veita eina dygdargóða tænastu við framkomnari tøkni, har kundin er í hásæti.
Vit umvæla øll bilmerki og lakkera júst eftir tínum tørvi og ynski.
Vegurin Langi 43
(+298) 359700
prolakk@prolakk.fo