Audi Q2 er ein bilur við karakteri og ómetaligari koyrifrøi

Antin tað er ævintýr uttan fyri alfaraveg ella gerandisdagur í býnum – Audi Q2 er ein ektaður fjøltænari. Hann kombinerar progressivt snið, ótrúliga koyrifrøi og nógvan funktionalitet. Og so er hann ungdómligur í sínum sniði og fullur av framkomnari útgerð. Uppkobling, infotainment og assistentskipanir í tí kompakta SUVinum hava støði í luksusflokkinum.

Dynamisk koyrifrøi

Tær progressivu stýrigreiðirnar, ið er standardútgerð, tryggjar beinleiðis og dynamiskar koyrieginleikar. Um tú vilt fært tú uppaftur størri koyrigleði við quattro-dráttarlinjuni, koyridynamikkskipanini Audi drive select og tí adaptivu stoytdoyvaraskipanini.

Ramlig útsjónd

Audi Q2 vísir vøddar longu við fyrsta eygnabrá: herðabreiður og við skørpum bragdi er hann fullur av treysti og sjálvsáliti. Tað lága takið og tann høga rútalinjan minnir um ein coupé og gevur lívstílsatletinum ein stórfingnan dám. Serliga eyðsýnt: tær keyluformaðu forlyktirnar, tann høgt setta singleframe-kølaraverjan og tey frálíku luftinntakini. Tann langi takspoilarin og ein diffusor við botnverju tekur ta sportsligu hekkuna fram.

Progressivt ljós

Audi Q2 er útgjørdur við halogenforlyktum sum standard. LED-forlyktirnar (eykaútgerð), ið fevna um dynamisk blinkljós aftan, tryggja neyvt ljós á vegin eins og dagsljós. Samstundis geva tær eyka trygd og framleiða minni orkunýtslu. Tær halda eisini leingi.

Funktionelt interiør

Interiørið í Audi Q2, ið ber tað mjáa, kantuta sniðmálið úr interiørinum víðari, rúmar fimm fólkum. Tær fýra hurðarnar fara víða upp við lættari atgongd og góðum útsýni. Hinvegin er síðustøðan hjá tær og forseturpassaserin sportslig og gera eftir teimum vánum, sum eksteriørið var høvið til.

Mikið margbroytni: handfaringarkonsept og infotainment

Audi Q2 er sum standard útgjørdur við einum 5,8” MMI-skíggja. Bíleggur tú MMI Navigation plus við MMI touch, so fært tú eisini eina touchpad á høvuðselementinum. Skipanin kann eisini brúkast lætt og makliga við tí natúrligu ræddartænastuni og tí integreraðu MMI-søkjaranum. Sum eitt alternativ til tey analogu instrumentini, ið eru standard, kunnu øll display eisini vísast knívskarpt og sera detaljerað í tí fulldigitala Audi virtual cockpittinum. Ein onnur toppmodernað útgerðardetalja: eitt head-up-display fæst eisini sum eykaútgerð. Tað vísir førararelevant data sum litgrafikk upp á forrútin beinleiðis í tíni sjónarvídd og tryggjar eitt uppaftur betri yvirlit.

Trygdin í fremsta rað

Audi Q2 er útgjørdur við umfatandi føraraassistentskipanum – undir hesum Audi pre sense front sum standard. Henda skipanin fevnir um funktiónir, ið staðfesta hættisligar støður, her aðrir bilar ella fólk til gongu fara inn fyri bilin, og elva – um neyðugt – til harða bremsing niður til steðg við lítlari ferð. Eisini tøkt: adaptivur ferðpilotur við Stop&Go-funktión, raðassistentur, koyribreytarskiftiassistenturin Audi side assist, koyribreytarassistenturin Audi active lane assist, vegaskeltisafturkenning umframt parkeringsassistentur og assistentur til tvørvegisferðslu aftanfyri.

Altíð dagførdur

Við MMI Navigation, er hin fasan í tí tøku infotainmentskipanini (surfing og streaming við tí mobilu eindini) longu veruleiki við Wi-Fi-hotspottinum í LTE/UMTS-modulinum. Flatrate-haldið, ið krevst til hetta, er við í tí integreraða SIM-kortinum, ið er sett í bilin. Fartelefonir við iOS- og Android-stýriskipanum verða integreraðar um Audi smartphone interface.

Skarpari útsjónd

Tað polygonala sniðið gevur sniðmálinum hjá Audi nýggjar fasettir. Motorlúkan er trídimensionell, og tann áttakantaða singleframe-kølaraverjan situr høgt uppi. Tað gevur gronini á Q2 eitt skilligt SUV-look.