Audi Q5 er skaptur til næstan alt landslag

Lat ikki tilvildina fáa nakað. Antin tað snýr seg um komfort, stíl ella dynamikk, fer Audi Q5 í stundini at sannføra teg. Ein sigandi útsjónd, magnandi koyring og slóðbrótandi tøkni hava líka so nógvar valmøguleikar. Okkurt nýtt hvønn dag – við Audi Q5.

Audi Q5 Sport

Hetta modellið er eisini á Audi select, her tú fært eyka nógva útgerð við í mánaðarliga prísin. So hevur tú hug til ektaðan fýrahjólstrekk í Audi-quattro-stíli? So er Audi Q5 Sport nakað fyri teg. Tí at modellið sameinir sportsligt føri við eminentar offroad-eginleikar og virkar optimalt bæði í bygdum og haga.

Sniðaður til rørslu

Hvør einstakur smálutur í Audi Q5 hevur tað sermerkta Q-sniðið og geislar momentum og stórlæti. Tað snýr seg t.d. um ta ásýniligu motorlúkuna, ta makliga hallandi taklinjuna, síðuspeglini, ið eru sett í herðapartin á bilinum og ta smalu rútalinjuna.

Fult yvirlit

Sjónligt framstig – takkað veri Audi virtual cockpittið (eykaútgerð). Øll tann talgilda instrumenteindin við einum 12,3”-display í høgari upploysing vísir nógvar upplýsingar, ið eru av týdningi fyri føraran. Úr ferð til navigatión og samskifti – vel millum ymiskar displayvísingar. Tann stóri, tunni 8,3”-litskíggin til MMI Navigation plus (eykaútgerð) fer at sannføra teg við síni nágreining og tí løttu handfaringini.

Støddin er eisini umráðandi

Audi Q5 fer við vissu at hugtaka við hópin av plássi og praktiskum lessi- og goymslumøguleikum. Baksetursrygglenini kunnu leggjast niður frameftir við fjarstýring, so at bagasjurúmkapasiteturin fer upp í 1.550 l.

Breidd og komfort

Tann sensorstýrda upplatingin av baklúkuni ger tað lættari at lessa bilin. Hevur tú fullar hendur, kanst tú lata baklúkuna upp við eini fótrørslu. Tú kanst enntá lættliga lessa tunga bagasju í bilin.

Setir teg í miðdepilin. Sjálvt meðan tú situr niðri

Interiørið í tí nýggja Audi Q5 savnar seg um føraran. Takkað veri ta øktu akslafrástøðuna er ovmikið av plássi til individualitet. Tú kanst velja ímillum nógvar smálutir heilt frá fyrstafloks tilfari sum leður av slagnum Nappa til livandi litir og ljós. Tú verður vissuliga fegin um tað eleganta ambiente við ljóðdoyvandi rútum og sportssetur framman við massasjufunktión. Tað prógvar, at førarin er altíð í fremsta rað.

Dráttarlinja og botnur

Klárur til so at siga alt undirlag. Og avbjóðingarnar, ið koma. Fýrahjólstrektur quattro við ultra-tøkni. Í sambandi við allar fýrasylindraðar motorar við permanentum fýrahjólstrekki tryggjar quattro, at Q5’arin hjá tær er effektivur, dynamiskur og tryggur, uttan at tað nervar vegtakið.

Audi Matrix-LED-forlyktir

Sjálvt langt frá er Audi Q5 við Matrix-LED-forlyktum (eykaútgerð) ógloymandi. LED-dagkoyriljósið er eyðsætt. Tey dynamisku blinkljósini eru sera sjónlig. Kameraið, ið skrásetir frammanfyri koyrandi og mótkoyrandi akfør innanfyri markið í skipanini, kanst tú ikki vera fyri uttan. Forlyktirnar laga seg eftir støðuni eftir sekundum.