Audi Q7 er ein SUV, ið er útgjørdur við hópin av plássi og hákomfort

Tann stóri SUV’urin tulkar teir serligu sniðeginleikarnar frá Audi og Q-familjuni. Ein fleksibult sniðað singleframe við føstum karmi er tað sermerkta elementið í gronini á bilinum. Í LED- og Matrix LED-forlyktunum (eykaútgerð) skapar dagkoyriljósið ein ásýniligan ørvaformaðan grafikk. Teir vøddamiklu hjólkassarnir og herðalinjan taka felgurnar fram, og baklúkan randar D-stólparnar.

Sannførandi í øllum landslagi

Hóast sína imponerandi stødd og ta rúmligu kabinuna upplivir førarin næstan bilin sum ein sportsligan limousine. Tann framúrskarandi koyrikomfortin kemst millum annað av teimum neyvu elektromekanisku stýrigreiðunum og vektminkingina á for- og bakakslinum. Audi Q7 er makligur at koyra við á skjótum motorvegatúrum, fimur á ringdum landavegi og so er hann – takkað veri fýrahjólsstýring (eykaútgerð) – ekstremt kringur við mannerering, har tað er trongt. Tað verður supplerað av quattro-fýrahjólstrekki, einum skjótt skiftandi tiptronic-gearkassa og lítlari vekt, so tú hevur eina stabila koyriuppliving, sjálvt tá ið tú koyrir offroad. Við adaptivum air suspension verða hæddin á bilinum og stoytdoyving lagað eftir akslunum og lastini, og tað gevur eina skilliga dynamiskari koyring. Við Audi drive select aftrat fær førarin stillað botnskipaninar og koyrieginleikarnar frá sportsligum beinleiðis til tað komfortabla.

Elegantur og luksuriøsur

Interiørið í Audi Q7 gevur eina ómetaliga kenslu av plássi, generøsiteti og mentaðari elegansu. Tann greiði arkitektururin og tað logiska handfaringarkonseptið virkar perfekt saman – allar kontaktir og tænastuelementini eru beint við hondina. Allir litir og alt tilfar í kabinuni eru vandaliga samskipað. Og tú fært uppaftur meira komfort, meðan tú koyrir, um tú velur tey individuellu kontursetrini við massasjufunktión. Leðurinntrekkið er perforerað, og førara- og passasersetrið kunnu kølast ella hitast við at trýsta á ein knøtt. Ambienteljósið (eykaútgerð) umfatar upplýst hurðarpanel og eyka konturljós á miðkonsollini, og tað gevur eina góða atmosferu í myrkrinum. Harumframt fremur tað sera lítla óljóðsstigið eina herliga atmosferu í kabinuni.

Innovativt og intuitivt

Handfaringarkonseptið í Audi Q7 hevur hópin av hightech-tøkni: MMI all-in-touch-panelið við eini stórari touchpad ger handfaringina intuitiva og lætta. Audi virtual cockpit (eykaútgerð), ið er ein komplett digital instrumenteind við einum 12,3” display í høgari upploysing, kann næstan alt fyri eitt verða stillað akkurát soleiðis, sum tú vilt – antin við klassiskari vísing av speedometri og snúningsteljara sum stór rund instrument ella við eini progressivari, stórari vísing av t.d. navigatiónsskipanini, radio og miðlaleiðbeining. Head up-displayið (eykaútgerð) vísir tær týdningarmestu vísingarnar og leiðbeiningar frá assistentskipanunum og navigatiónsskipanini á forrútinum beinleiðis í sjónarvíddina hjá føraranum og gevur eyka koyrikomfort. Tað termiska kameraið til náttarsjónarassistentin økir koyritrygdina í myrkri – tað vísir persónar og størri livandi djór, ið verða skrásett beinleiðis í Audi virtual cockpit- og i head up-displayið. Við Bang & Olufsen-soundsystem við 3D-ljóði og Audi-teldlar sum mobilar undirhaldseindir til passerarnar á baksetrinum fáa øll í bilinum eina fjálga undirhaldsuppliving.

Serstakliga fleksibult: bagasjurúmið

Audi Q7 hevur eitt stórt og sera fleksibult bagasjurúm. Tá ið øll sjey setrini verða brúkt, hevur bilurin eitt bagasjurúmpláss upp á 295 l. Versjónin við fimm setrum hevur eitt bagasjurúmpláss upp á upp til 890 l, og tá ið baksetursrygglenini eru klappað niður, fært tú atgongd til eitt bagasjurúmpláss upp á maks. 2.075 l. Elektriskur bakklappur er standardútgerð, og sum eykaútgerð fæst rørsluhandfaring í sambandi við komfortlykil, so at tað verður uppaftur lættari at lata upp og aftur. Audi Q7 er tann rætti felagin til útferðir í frítíðini, og her er nóg mikið av plássi til bagasjuna hjá tær og allari familjuni takkað veri tað fleksibla plásskonseptið. Eitt optimalt tal á taskukrókum, festieygum, eini bagasjurúmábreiðing og eitt skilanet eru longu tøk í basisversjónini. Haraftrat fæst ein elektrisk bagasjurúmábreiðing, stoytdoyvaraverja úr rustfríum stáli, ein vendandi motta og ein skinnaraskipan við teleskopstong og festingarreim umframt variabul eygu – tað gevur eyka komfort og fleksibilitet.

Imponerandi grafikkur: forlyktirnar

LED- og Matrix-LED-forlyktirnar (eykaútgerð) ger saman við tí dynamiska blinkljósinum ljóstøknina til eitt visuelt vørumerki. Audi Matrix-LED-forlyktirnar, ið eru at fáa sum eykaútgerð, tryggjar, at vegurin verður ljóst og javnt upplýstur: Mótkoyrandi og frammanfyri koyrandi akfør verða skrásett innanfyri mark í skipanini, og ljósið verður soleiðis niðurblendað, at onnur øki millum og við síðuna av verða næstan fult upplýst. Eitt aktivt og dynamiskt ljósbýti fæst bæði við nær- og fjarljósi heilt uttan mekaniskar komponentar, men eisini við heilt einfalt at tendra og sløkkja individuell ljóssegment. Tað lýsir ikki bara betur á vegin, tað økir eisini trygdina og komfortina.

Suverenur og fjølbroyttur

Antin tað snýr seg um ein komfortablan forrætningstúr ella eina makliga útferð við familjuni – Audi Q7 er altíð tann perfekti ferðafelagin. Við øllum møguligum kombinatiónum frá tí stóra úrvalinum og eykaútgerðini fær tað eleganta ambiente eitt framúrskarandi finish í premiumdygd – tað gevur uppaftur meira individualitet og komfort.