Sharan. Familjur skilja hví

Við liðiligari kabinu, elektriskum skjótihurðum (eykaútgerð) og fullkomnum komforti á øllum trimum seturrøðunum er Sharan fult útgjørdur til allar tínar tilrættisløgdu familjuútferðir – og til tær meira spontanu.

Útgerð og snið

Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Ein røð av sjálvsøkjandi møguleikum skapa tín egna persónliga Passat. Tú trýrt ikki hvussu nógv tú hevur av velja í.

Eksteriør

Konsertin ella sølumiðstøðin: Tín Sharan kann vísa seg allastaðni

Tað er líkamikið um tú skalt á konsert í fínum klæðum ella innkeypstúr leygarmorgun við familjuni: Tín Sharan er margstinnur og sjálvvissur. Hansara fjørbroytni og nútíðar stílur geva týðiliga meira pláss hóast kompakt ytru mál.

Interiør

Her er prógv fyri, at tað verkliga eisini kann vera flott

Tín Sharan hóskar seg sera væl til gerandisdagin uttan at síggja gerandisligur út – hetta kemur týðiliga fram í interiørinum, ið geislar líka hádygd, so at bilurin annars merkist, og hann lýkur framvegis tær treytir, ið fylgja við tí dagliga familjulívinum.

Rygglenið á síðusetrinum kann slættast

Skalt tú hava nógv við í bilin? Tað klárar Sharan uttan trupulleika

Hvussu fært tú ta longu reolina heim úr timburhandlinum? Tað er sera einfalt: Sharan er nevniliga so verkliga innrættaður, at rygglenið á síðusetrinum kann koppast heilt fram, so tað liggur javnt við miðsetrini og viðførisrúmið. Tað kann enntá brúkast sum borð.