Ert tú okkara nýggi klárgeri?




Klargeri

Í sambandi við, at okkara virksemi er nógv økt, søkja vit eftir røskum fólki, at gera nýggjar og gamlar bilar klárar. 

 

Vit vænta, at tú ert álítandi og røkin, og dugir væl bæði at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt. Tú skalt sjálvandi hava koyrikort.

 

Bilasølan er umboð fyri VW og Audi í Føroyum. Eftir at hava selt dygdarbilar úr Týsklandi í sløk 11 ár, varð avtala gjørd við Mazda, soleiðis at Bilasølan nú er teirra umboð.  Hetta eru spennandi veitarar, ið seta høg krøv til øll okkum, ið arbeiða við teimum, tí er talan um eitt spennandi og avbjóðandi starv.

 

Hjá Bilasøluni er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast væl og at kundar okkara eru nøgdir. Tí virka vit fyri góðum arbeiðsumhvørvi, og leggja stóran dent á at hava væl útbúgvið fólk í arbeiði, soleiðis at viðskiftafólkið, til eina og hvørja tíð, fær bestu tænastuna.

 

Starvið verður sett skjótast til ber og lønin verður ásett eftir nærri avtalu við atliti til royndir.

 

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Boga Jónsson Johansen á tlf. 26 45 26 ella skriva til okkum á Facebook.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juni 2018. Send okkum eina umsókn merkt "klárgeri" til bilasolan@bilasolan.fo ella send okkum eini boð á Facebook.

 

Bilasølan

Vegurin langi 43

Postsmoga 3192

FO-110 Tórshavn

 

In fact, this table has replica watches uk been discontinued before the 1970s, and Rolex did not intend to rolex replica create a new model for Paul Newman or re-engraved fake rolex uk version, nor published the actual number of factory, so the number of hublot replica market circulation, no one can estimate the market price is likely to rise.