• Škoda
    Octavia Combi

TANN NÝGGI OCTAVIA COMBI

Tak væl ímóti ríkiligum plássi, makaleysum umstøðum og snøggari útsjónd.

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

NOKK AV PLÁSSI TIL ALLA FAMILJUNA

Tann spildurnýggi og enn rúmligari OCTAVIA COMBI hevur pláss til alla familjuna. Tú fært meira enn so pláss fyri øllum í bagasjurúminum á 640 l, og tá er tað framvegis nógv pláss eftir til ferðafólk á forsetri og baksetrum.

NÝMÓTANS INTERIØR

Vælkomin til nýggja cockpit-ættarliðið, sum hevur ein standard í einum klassa fyri seg. OCTAVIA COMBI hevur ‘Head-up-display,’ sum avmyndar upplýsingar á forrútin og sum hevur eina nýggja frásjón á umheimin við sær. Tú sært allar týðandi smálutir á tveimum 10” skíggjum, sum eru at fáa í tínum OCTAVIA COMBI. Minimalistisku linjurnar og ambienteljósini, sum tú kanst fáa í tínum OCTAVIA, setur ein serligan, hugnaligan dám á kabinuna.

EIN KLASSI FYRI SEG VIÐVÍKJANDI TRYGGLEIKA

Tú kanst koyra óttaleysur, uttan mun til um tú smýgur teg gjøgnum skundmiklu gøturnar í býnum ella koyrir avstað á víðum víddum. OCTAVIA COMBI hevur nógvar føraraassistentskipanir. Tær níggju stoytpúturnar og allar fimm stjørnurnar frá Euro NCAP-royndini seta trygdina hjá ferðafólkunum í hásæti.

HENTLEIKAR SUM ONGANTÍÐ FYRR

Við týðandi eindum sum massasjuvirkni í førarasetrinum umframt serligu nakkastuðlarnir, fert tú altíð at vera væl fyri, tá tú kemur á mál á tíni ferð. Komfort-útgerðin, sum tú kanst fáa í tínum OCTAVIA COMBI, fevnir um ‘Travel Assist,’ sum hevur við sær eina enn lagaligari koyring, til ‘eina 3-økis Climatronic-luftskiftisskipan.’

SERSTØK SNIÐGEVING

Í spildurnýggja OCTAVIA COMBI eru rúmliga kabinan og merkisverdu praktisku eginleikarnir settir saman í einum mjáum, tíðleysum sniði. LED-forlyktirnar og LED-bakljósini geva eitt útýni til fulnar og gera bilin fult sjónligan í øllum veðri – og LED-ljósini geva bilinum eitt eyka eyðkenni.

BÚSKAPARLIGUR RAKSTUR

Vel tær ein rúmligan familjubil, sum er bíligur í rakstri og umhvørvisgóður. Tú kanst velja millum fleiri bensin- og dieselmotorar, umframt frábrigdi við el.