• Volkswagen
    Tiguan

Hugtakandi nýhugsan

Tiguan vísir, hvat hann kann – kraftabetri, fleiri hentleikar og meira uppkoplaður enn nakrantíð. Skynsom tøkni gevur bilinum óvanligar eginleikar. Sum ein dynamiskur SUV kemur hann við eini allýsing av, hvat ið er møguligt yvirhøvur. Og nú eisini sum eHybrid.

Snið

Eksteriør

Óvanlig útsjónd

Tiguan vísir, hvat tað vil siga alla tíðina at skula uppfinna seg sjálvan av nýggjum. Tað verður tað eisini lagdur dentur á við framsøknu sniðgevingini. Livandi umhvarvið – heilt frá kraftmikla støddarlutfallinum á dynamiska frontinum við nettu linjunum til sjónska herðapartin økir ansin fyri avgjørdu fyrimununum hjá bilinum: Nýskapandi megi, hann ber av øllum og hevur óvikiligt virkisføri.

Tiguan R-Line Black Style

Góður stílur. Nógvur stuttleiki.

Tiguan R-Line við R-Line-pakkanum “Black Style” (eykaútgerð) vísir týðiliga sín óvanliga stíl: Kølaraverjan við úrvaldum R-Line-búmerki hevur eina tvílitta útsjónd við uttastu listunum í kromi og teir tveir innastu svartir, háskygdir. Teir svørtu spegilsknapparnir og rútalistarnir, umframt teir 90 % tónaðu rútarnir aftast, seta eisini sín sermerkta dám á, uttan tó at vera ov eyðsýndir. Útstoytsrørini í trapezskapi, svørt háskygd, og tær svørtu 19” lættmetalfelgurnar “Valencia,” passa perfekt. Sum eykaútgerð kanst tú eisini velja 20” lættmetalfelgurnar “Suzuka” í svørtum ella “Misano” í svørtum við glanspoleraðari flatu. Tað hevur eina livandi útsjónd við sær.

Interiør

Nýhugsan í kabinuni

Rúmliga kabinan í Tiguan er sum gjørd fyri tey, sum vilja nakað nýskapandi. Vegna hugskygdu stýringshentleikarnar í føraraskipaða stýriklivanum kanst tú frá nú av miðsavna teg um tað, sum hevur týdning. Tað syrgir fleirvirkisrattið í leðri millum annað fyri – ella eisini Digital Cockpit við tí 10,25” (26 cm) stóra TFT-skerminum, sum er standardútgerð í Tiguan Elegance og Tiguan R-Line. Frá útgerðardeildini Life kunnu tú og tíni samferðarfólk seta tykkum á eyka maklig setur. LED-kabinuljósini frammanfyri og aftanfyri seta – saman við ambienteljósbúnaðinum* – ein sera hugnaligan dám á.

*Standardútgerð til Tiguan Elegance og Tiguan R-Line; er at fáa sum eykaútgerð til Tiguan Life.

Ljóssniðgevingin

Ein langtíðarloysn: Snild ljós

Tiguan er strálandi við sínum ljósum. Tað gera LED-baklyktirnar og IQ.LIGHT LED-Matrix-forlyktirnar (eykaútgerð) m.a. sítt til. Á Tiguan Elegance og Tiguan R-Line hava tær enntá bugaljós og í pakkanum við teimum nýggju baklyktunum eisini við teirri dynamisku fjarljóstænastuni: Treytað av koyriumstøðunum verða serstakir LED-partar til ljósbýti tendraðir ella sløktir á ein miðvísan hátt. Tað gevur ikki bara tær sjálvum eina róliga koyriuppliving, men eisini øllum, sum koyra framman fyri teg ella teimum, sum tú møtir. Ein annar sjónskur smálutur er integreraða, dynamiska blunkljósið, sum vísir rætningin við eini flótandi ljósrørslu.

Ambienteljósini

Hugnaljós: Tí tað eru ikki tveir dagar, sum eru líka

Nú ber til at síggja tín Tiguan í einum nýggjum ljósi hvønn dag. Tú kanst hava eitt varisligt ljós í kabinuni við 30 ymiskum litum. Kaldir ella fjálgir litir, í stórbýi við nógvum ljósum ella um náttina á einum myrkum landavegi – tú kanst skapa eitt øðrvísi huglag, sum passar tær og tínum samferðarfólkum – alt eftir umstøðunum. Ambienteljósini eru standardútgerð í Tiguan Elegance og Tigan R-line og eru at fáa sum eykaútgerð til Tiguan Life.

Felgur

Tú hevur nakað gott í væntu: felguskráin til Tiguan

Hvør dekk-felgu-samanseting, sum hevur við sær bestu útsjónd fyri tín Tiguan, er sjálvandi alt eftir, hvat tær dámar best. Hvat dámar tær t.d. 20” lættmetalfelguna “Misano” (eykaútgerð) til Tiguan R-Line og Tiguan R-Line Black Style? Vit ivast ikki í, at tú velur tað, sum er rætt fyri teg.

Hjálparskipanir

Travel Assist

Nýggi vegleiðarin

Tiguan hevur tøkni, sum ger, at túrurin hjá tær fram á mál verður makligari. Til hetta hoyrir eisini koyritænastan “Travel Assist,” sum er at fáa sum eykaútgerð. Skipanin syrgir fyri – við einum trýsti á ein knøtt – at tú fært koyrihentleikar* á einum høgum støði, har tað hjálpir tær við einsháttaðum og troyttandi koyriumstøðum:

  • Serliga á motorvegi og breiðum landavegi kann Travel Assist syrgja fyri, at tú verður verandi á tíni koyribreyt og heldur ferðina, og samstundis ansar eftir frástøðuni til ferðandi framman fyri teg.
  • Í samband við DSG-dupultkoplingsgirkassan kanst tú koyra róliga gjøgnum bíðirøðir og nógva ferðslu.

*Innan tey skipaðu mørkini. Bilførarin skal altíð vera klárur at taka fult ræði uttanum hjálparskipanina og hevur sjálvsagt alla ábyrgd av koyringini.

Emergency Assist

Virkar, um tú einki gert

Í heilsuligari neyðstøðu kemur Emergency Assist* (eykaútgerð) upp í leikin, so skjótt sum skipanin ikki skrásetur nakað virksemi frá bilføraranum, og roynir at fáa bilføraran virknan aftur.** Um tað ikki eydnast, steðgar skipanin bilinum á skynsaman hátt. Harvið er tað møguligt hjá skipanini at forða eini vanlukku.

*Atkomiligt í samband við Travel Assist (eykaútgerð).

**Innan skipaðu mørkini.

Front Assist

Koyrir við størri fyriliti enn nakrantíð áður

Vegna neyðbremsutænastuna Front Assist við skráseting av fólki til gongu, kann tín Tiguan í samband við hættisligan samanstoyt við ein bil frammanfyri vera við til at minka um vanlukkuna ella í besta falli heilt forða vanlukkuni.* Skipanin kann skráseta fólk til gongu og bilar á vegnum frammanfyri og ávara bilføraran rættstundis. Um bilførarin einki ger í samband við vandan, setur skipanin eina neyðbremsing í gongd.*

*Innan skipaðu mørkini.

Forvirkin verndarskipan fyri ferðafólk

Vernd frá øllum síðum

Forvirkna verndarskipanin fyri ferðafólk verjir teg innan skipaðu mørkini í vandamiklum støðum, t.d. komandi samanstoytum. Skipanin skrásetur eina støðu við øktum vanda fyri vanlukku. Síðani koyrir skipanin sjálvvirkið bæði rútarnar og panoramavippu-/-skjótisóltakið aftur fyri at lætta um trýsti í kabinuni og spennir fyribyrgjandi tey fremstu trygdarbeltini. Tað er gott at vita, at hetta letur seg gera. Men tað besta er sjálvandi, um tú ongantíð fer at uppliva hetta.

Radio og navigatión

Navigatiónin

Vísir veg

Ljóðið í oyrunum. Farleiðin fyri framman. Við okkara tvinnandu navigatiónsskipanum (eykaútgerð) heldur tú kósina og verður samstundis væl undirhildin ávegis málinum.

Ljóðskipanin

Soleiðis hevur tú ongantíð hoyrt tónleikin fyrr

Tann nýggja ljóðskipanin frá “Harman Kardon” (eykaútgerð) bergtekur við sínum framkomna ljóði og einum snøggum og listafínum sniði. Fullkomið fyri fólki, ið dáma væl tónleik, sum ikki bara vilja hoyra tónleik meðan tey koyra, men sum gjarna vilja hava eina konsertuppliving. Tú fært høgar og djúpar tónar, sum javnviga og harumframt neyvar basstónar. Harman Kardon útvegar framúr gott ljóð í tínum Tiguan.