Touran. Familja er hart arbeiði. Njót tað

Touran hugtekur við sínari liðiligheit, nógva plássi og góða útsýni. Men tað er ikki bara interiørhugmyndin, ið vekur undran við sínari fjølbroytni. Reint tøkniliga hevur bilurin eisini eina røð av ymiskum assistentskipanum og trygdareginleikum. Tí føla familjur seg ikki bara væl í Touran, men eisini sera tryggar.

Útgerð og snið

Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Ein røð av sjálvsøkjandi møguleikum skapa tín egna persónliga Touran. Tú trýrt ikki hvussu nógv tú hevur av velja í.

Eksteriør

Konsertin ella sølumiðstøðin: Tín Touran kann vísa seg allastaðni

Tað er líkamikið um tú skalt á konsert í fínum klæðum ella innkeypstúr leygarmorgun við familjuni: Tín Touran er margstinnur og sjálvvissur. Hansara fjørbroytni og nútíðar stílur geva týðiliga meira pláss hóast kompakt ytru mál.

Interiør

Kabinan í Touran er líka liðilig sum tú

Tú kanst ikki fyrireika teg til alt hvønn dag, men tað kann Touranurin hjá tær. Hann hjálpir tær at vinna á alskyns avbjóðingum í gerandisdegnum við hópin av plássi og liðiligheit.