Kann flyta alt

Fyri meira enn 70 árum síðani var hann loysnin á vantandi flutningsmøguleikum. Í dag er Transporter 6.1 virknari enn nakrantíð áður. Við merkisverda høga vørurúminum, sera nógvum plássi og nýmótans føraraassistentskipanum tryggjar hann, at tú og tínir starvsfelagar koma út á arbeiðsplássið hvønn dag í øllum góðum.

Serliga merkisverdur

Førarahús 6.1

Tak tað bara róligt strævnar dagar

Hvønn dag hevur tú ábyrgd av, at tilfar, vørur og tínir starvsfelagar koma trygt og gott á mál. Tessvegna tekur Transporter 6.1 sær av, at tú eisini hevur tað gott á túrinum. Ergonomiska førarahúsið, róðrið og førarasetrið, sum kunnu stillast, formstøðuga komfortpolstringin og tað nýskapaða instrumentpanelið gera koyringina so makliga sum gjørligt hjá tær. Framúrskarandi útsýnið allan vegin runt ger, at tú fært betur givið øllum gætur, har tú koyrir – eisini í býum við nógvari ferðslu og á óruddiligum arbeiðsplássum. Tá hann stendur parkeraður, er hann tín mobila skrivstova.

Tøknifrøði 6.1

Yvirlit yvir øllum

Loys arbeiðsuppgávuna á ein snildan hátt: ‘We Connect’ ger, at tú fært allar neyðugar upplýsingar – bæði viðvíkjandi arbeiði og privatum viðurskiftum. Kombiinstrumentið ger, at tú hevur yvirlit yvir alt, sum tú hevur brúk fyri. Tú kemur eisini trygt á mál, har tú skalt, við navigatiónsskipanini ‘Discover Media’ (‘We Connect’, ‘Kombiinstrumentið’ og ‘Discover Media’ er eykaútgerð).

Hentleikar á høgum støði 6.1

Njótið hentleikarnar

Tað rúgvumikla og tann nógv økta standardútgerðin og henta eykaútgerðin geva eina makliga koyriuppliving. So fært tú eisini notið hvønn einasta arbeiðsdag róliga aftan fyri róðrið.

Koyridynamikkur 6.1

Gevst ikki, hóast uppgávurnar eru truplar

Nýmótans BlueMotion Technology-motortøknin í Transporter 6.1 bergtekur fólk við tí, hon er ment, við síni dráttarmegi og brennievnisnýtslu. Harumframt hevur fýrahjólsdrátturin 4MOTION (eykaútgerð) og mekaniska differentialsperringin tað við sær, at tú klárar næstan allar uppgávur – og við dupultkoplingargearkassanum DSG enntá uttan at steðga dráttarmegini.

Føraraassistentskipanir 6.1

Meira rólig koyring hvønn einasta dag

Tá íð tú koyrir nógv, mást tú basa øllum veðri og øllum ferðslustøðum. Tá er tað gott, at tú ikki einsamallur skalt taka tær av øllum í Transporter 6.1.