Royndur og mentur í 70 ár

Tað man vera lítið, sum Transporter ikki hevur staðið modell til. Í 70 ár hevur yndiskassavognurin hjá handverkarum tikið ímóti avbjóðingunum. Við megnar úrsliti. Kom tættari at Transporter og síggj, hvussu hesin heilt serligi vørubilur kann gera títt arbeiði lættari í gerandisdegnum.

Transporter livir upp til krøvini í gerandisdegnum

Størsta vørurúm í klassanum

Lastaður við verkligum smálutum

Sama um tú flytur gipsplátur, brettir, sementsekkir, tungar maskinur ella okkurt heilt annað, so hevur tú gott pláss, góða nyttulast og hópin av hentleikum í vørurúminum, sum hjálpa tær at fremja dagsins uppgávur skjótt og væl.

Skjótihurðar, ið ongantíð geva seg

Óvikilig góðska við langari lívstíð

Tað er ofta sera umráðandi at sleppa skjótt inn og út úr vørurúminum ein skundmiklan yrkadag. Tí er skjótihurðin í Transporter gjørd við tí fyri eyga, at líkamikið hvussu ofta tú skalt lata hana upp og aftur um dagin, so nøktar hon tørvin til fulnar.

Arbeiðsstova to-go

Makligt førarahús á hvørjum túri

Bæði sum verkligur og nýskapandi bilur, maklig arbeiðsstova og væl bjálvað matstova í einum, livir Transporter upp til øll krøvini í tínum gerandisdegi.

Interiør

Verkligt føraraumhvørvi

Transporter er sniðgjørdur til at vísa sítt virði í gerandisdegnum. Óteljandi smálutir skapa kabinuna um til eitt vælskipað arbeiðspláss, og eyka goymslurúm gevur uppaftur størri frælsi.