Um bilasøluna

P/F Bilasølan varð sett á stovn í 1993, og fekk tá umboð uppá at selja vælkendu dygdarmerkini Volkswagen og Audi. Í 2004 gjørdi Bilasølan eisini avtalu við japansku risa-bilverksmiðjuna Mazda um at umboða teirra bilar í Føroyum.

Í Apríl 2015 yvirtók Gunnar Justinussen fyritøkuna, og síðani hevur felagið økt virksemið munandi, og varð Volkswagen mest selda bilmerkið í Føroyum í 2017 og 2018.

Fyritøkan leggur stóran dent á, at hava vælútbúgvið fólk í starvi, soleiðis at viðskiftafólk okkara altíð fáa bestu tænastu.

Verið vælkomin á Bilasøluna.