up! Eitt sindur meira enn bara ein bilur

up! er bara 3,6 m langur, men hóast tað, fært tú sjáldsama nógvan bil fyri pengarnar. Til dømis fært tú eitt sindur meira útgerð, enn tú væntar. Tú fært eitt sindur meira komfort, eitt sindur meira snið og eitt sindur meira tøkni. Samanumtikið fært tú eitt sindur meira enn bara ein bil.

Útgerð og snið

Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Og up! er einki undantak.  Tvørturímóti, við up! hevur tú eitt hav av møguleikum at seta tín persónliga dám á nýggja bilin hjá tær.

Felgur

Meira enn vanliga vælkoyrandi

Við tí stóra úrvalinum av felgum til up! stendur tað til tín, hvussu tú sært út, meðan tú sum førari koyrir. Sofistikeraður? Sportligur? Ella eyðsýndur? Tað eru heili níggju ymisk snið av felgum at velja í.

Interiør

Eyðsýndur bæði uttan og innan

Tú verður hugtikin tá ið tú setur teg inn í up! Tey kompaktu ytru málini fjala nevniliga fyri eini væl sniðgjørdari kabinu.