Hestar á steroidum

Ítróttarligur, lívligur, skarpur – Golf GTI. Ert tú búgvin til allar hesar kreftirnar? Uppliva ráa koyrigleði!

Útgerð og snið

Golf GTI er nakað heilt fyri seg – eisini nýggjasta ættaliðið – og tú fert at leggja merki til, at afturhaldni er ikki hansara sterkasti eginleiki. Harafturímóti vil hann fegin vísa tað, hann hevur at bjóða.

Eksteriør

Uppliva snið á einari legendu

Golf GTI er nakað heilt fyri seg – eisini nýggjasta ættaliðið – og tú fert at leggja merki til, at afturhaldni er ikki hansara sterkasti eginleiki. Harafturímóti vil hann fegin vísa tað, hann hevur at bjóða.

Interiør

Uppliva yndisligt motorsportlag

Sportligt, legendariskt og skyldu til siðvenju: Interiørið í Golf GTI umfatar fyrstafloks, skarpar og serkendar GTI-lutir – frá instrumentpanelinum og sportsetrunum við terningasniði til pedalirnar úr rustfríum stáli.

Lyktir

Tú lýsir upp við fyrsta eygnabrá

Lyktasniðið á Golf GTI hevur einki at fjala, og tú hevur fleiri flottar møguleikar at velja í. Sama hvat tú velur: lyktirnar geva tær heilt vist púra klárt útsýni.

Felgur

Vekja heilt vist áhuga

Einki er meiri avgerandi fyri ein sportbil enn felgurnar, hvat síðusnið viðvíkur. Tær dynamisku aluminiumsfelgurnar (bæði sum standard og eykaútgerð) undirstrika sportligu eginleikarnar hjá Golf GTI og geva frítt útsýni til teir markantu reyðu bremsukalibrarnar.