Fjølbroyttari enn teir allarflestu bilarnir

Golf er bilurin sum í fleiri ættarlið hevur skapt sín egna flokk. Og núverandi Golf setir nýggj krøv fyri komandi ættarlið.

Útgerð og snið

Eyðkennið við øllum Volkswagen-modellum er útgerð í hádygd og eitt greitt sniðmál. Ein røð av sjálvsøkjandi møguleikum loyvir tær at skapa tín egna persónliga Golf. Tú trýrt ikki, hvussu nógvar valmøguleikar tú hevur.

Eksteriør

Megi møtir prýði

Nýggi Golf imponerar eisini á teimum meiri formligu leitunum: Fronturin er eyðsýndur við sportligu kølaragrillini við Volkswagen-búmerkinum , ið fjalir ein frontsensor til ymiskar assistentskipanir, ið fáast sum eykaútgerð. Tær klønu forlyktirnar, sum ganga høgt upp á hjálmin, og stoytfangararnir, ið eru flatari niðri ímóti botninum, fáa bilin at síggja eyka lágan og máttmiklan út.

Interiør

Størri fragd við betri plássi

Interiørið í tí nýggja Golfinum er so innbjóðandi at tú ikki vilt útaftur, fyrr enn tað er alneyðugt. Tað kemst fyrst og fremst av víddini, ið gevur nóg mikið av beinplássi frammanfyri bæði for- og baksetrini. Interiørið í bilinum er eisini kent fyri sítt fyrstafloks tilfar og stóra úrval av gløggum smálutaloysnum, sum imponera, bæði tá ið tað kemur til útsjónd og handfaring. Tað fevnir m.a. um ergonomisk setur, rúmligt viðførisrúm og miðstýristøð, sum vendir eitt vet móti føraranum og er sera brúkaravinarlig, takkað veri ta ergonomisku sniðgevingini, umframt kontaktir og knøttar, sum lýsa í myrkri.