Eitt smart sjónarmið um luksus

Okkara endurskoðaða flaggskip, tann nýggi SUPERB COMBI, definerar aftur og aftur luksus. Hetta tølandi sniðaða og imponerandi rúmliga stjóramodellið komplimenterar lýtaleysa komfort og framkomnastu útgerðina við einastandandi verkligheit og Simply Clever-funktiónum, ið lætta tær um lívið hvønn einasta dag. Tú fært tann fullkomna statusbilin gerandisdag og ein rúmligan familjubil um vikuskiftið.

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

Perfekt integrerað snið

ŠKODA SUPERB COMBI ber miðvíst tað ikoniska, dynamiska designmálið frá ŠKODA SUPERB. Tað linere look’ið passar serliga væl til stationcarversjónina.

Pláss til alt tað týdningarmikla

Tað ótrúliga víða kabinuplássið í ŠKODA SUPERB COMBI er ein verð fyri seg. Umframt tann framúrskarandi komfortin fyri allar persónar í bilinum er ovmikið av plássi, sum jú tryggjar makaleysar praktiskar eginleikar.

Maksimalur passaserkomfortur

Bilurin er útgjørdur við hópin av útgerð, ið er sniðað til at forkela passaserarnar á for- og baksetri á koyritúrinum.

Hugkveikjandi trygd

Hvat trygdini viðvíkur er ŠKODA SUPERB COMBI óvikiligur. Tí eru so nógv av tí nýggja í tí modellinum føraraassistentskipanir, ið bjóða óteljandi framkomnar funktiónir.

Ein nýggj dimensión av luksus

Dygdarhandverk, tað fínasta tilfarið og tann besta komfortútgerðin. Umframt tað, vit vanliga fata sum ein premiumbil, leggur SUPERB COMBI nakrar eyka detaljur aftrat: intelligentar loysnir, ið loysa allar gerandisligar trupulleikar.

Útinning kveikt av vissu

Kraftmiklir motorar, ein flogkvikur DSG-girkassi, fýrahjóltrekk og Dynamic Chassis Control. SUPERB er toppmodellið hjá ŠKODA, sum einki letur fara aftur við borðinum.

Júst sum tær dámar best

Við so nógvum ymiskum felgusniðum at velja ímillum til SUPERB COMBI finnur tú ivaleyst tær felgurnar, sum tær dámar best. Tað stóra úrvalið av 16″ og 19″ aluminiumsfelgum verður supplerað av nýskapandi Aero-sniðum.