Stuðul

Les tekstin niðanfyri, áðrenn tú møguliga søkir um fíggjarligan stuðul. Tryggja tær, at tú lýkur allar treytir, ið verða settar umsøkjarum.

Stuðul kann verða latin felagsskapum og einstaklingum, ið skipa fyri vælgerandi virksemi í Føroyum.

Hetta merkir, at virksemið ikki er vinnuligt, og hartil, at ongin privatur fær ágóða ella avlop av virkseminum. Sum meginreglu veitir Bilasølan ikki skúlaflokkum ella ávísum fakbólkum fíggjarligan stuðul. Stuðul verður heldur ikki latin til keyp av lutaseðlum, keyp av fløgum, bókum, álmanakkum ella líknandi.

Bilasølan viðger ikki munnligar stuðulsumsóknir. Umsóknirnar skulu verða skriftligar.

Umsøkjarar skulu søkja um stuðul á umsóknarskjalinum høgrumegin, annars verður umsóknin ikki viðgjørd. Her eru formkrøvini til stuðulsumsóknir:

  • Upplýs avsendara við fullari adressu + ábyrgdarpersón v. telefonnummari og teldupostadressu
  • Lýs hvat virksemið/tiltakið snýr seg um
  • Lýs stutt endamálið við tiltakinum
  • Lýs málbólkin og greið stutt frá, hvør fær ella kann hugsast at fáa ágóðan og inntøkuna av virkseminum/tiltakinum
  • Greið frá á hvønn hátt, virksemið er vælgerandi
  • Upplýs hvat verður gjørt við møguligt avlop av virkseminum/tiltakinum
  • Upplýs stødd á peningaupphædd, ið søkt verður um
  • Upplýs um stuðul eisini verður søktur frá øðrum enn Bilasøluni og, um so er, hvaðani stuðul verður søktur
  • Kom við einum væl umhugsaðum boði uppá, um og hvussu stuðulin kann verða til fyrimuns fyri Bilasøluna
  • Allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar fyrsta týsdag í hvørjum ársfjórðingi.

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 30 dagar frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

Bilasølan tilskilar sær rætt til at velja frítt millum allar innkomnar umsóknir.

Stuðulsumsókn

0 + 8 = ?