• Audi Q4
    e-tron

Hvør Audi Q4 e-tron er tann rætti fyri teg?

Audi Q4 35 e-tron

Battaríorka í kWh: 55 (brutto), 52 (netto)
Mesta avrik í kW: 125
Størsti snúningsmáttur í Nm: 310
Hægsta ferð í km/t: 160
Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 9
Eginvekt í kg: 1.965
Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.000

Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 334 km
Orkubrúk (WLTP): 175 Wh/km

Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 7,2 kW/upp á 100 kW
Løðitíð við 7,2 kW (0-100 %): uml. 7 tímar 30 min.
Løðitíð við 100 kW (5-80 %): uml. 38 min.

Audi Q4 40 e-tron

Battaríorka í kWh: 82 (brutto), 77 (netto)
Mesta avrik í kW: 150
Størsti snúningsmáttur í Nm: 310
Hægsta ferð í km/t: 160
Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 8,5
Eginvekt í kg: 2.125
Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.000

Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 509 km
Orkubrúk (WLTP): 177 Wh/km

Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 11 kW/upp á 125 kW
Løðitíð við 11 kW (0-100 %): uml. 7 tímar 30 min.
Løðitíð við 125 kW (5-80 %): uml. 38 min.

Audi Q4 Attitude 50 e-tron quattro

Battaríorka í kWh: 82 (brutto), 77 (netto)
Mesta avrik í kW: 220
Størsti snúningsmáttur í Nm: 460
Hægsta ferð í km/t: 180
Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 6,2
Eginvekt í kg: 2.210
Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.200

Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 481 km
Orkubrúk (WLTP): 183 Wh/km

Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 11 kW/upp á 125 kW
Løðitíð við 11 kW (0-100 %): uml. 7 tímar 30 min.
Løðitíð við 125 kW (5-80 %): uml. 38 min.

Letur upp sinnið. Víðkar sjónarringin.

Virkisførur og sportsligur

Tað progressiva interiørið í Audi Q4 e-tron ber brá av tøkniligari nýmenning – og at vera sportsligt og virkisført.

Tá hugt verður frameftir

Greiða sniðgevingin á Q4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær, tá talan er um elriknan mobilitet í framtíðini. Við einum týðiligum fronti og ímyndini av kraft aftan.

Løðing á ein lættan hátt

Við teirri mobilu og smidligu e-tron-løðiskipanini verður bilurin løddur har heima á ein lættan og lagaligan hátt. Allastaðni, har tað er ein stikkdós. Og skjótari løðing við sambærum ídnaðarstikkdósum.

Meira av sportsligum koyrieginleikum

Sportsbotnurin (eykaútgerð) við meira dynamiskari fjøður-stoytdoyvara-samanseting og lækking av botninum við 15 mm, gevur meira beinleiðis samband við farbreytina.

Eitt bergtakandi sjóndareyðkenni

Audi Q4 e-tron er við útgerðarpakkanum ‘edition one’ ein bilur, sum bergtekur, longu meðan hann bara stendur stillur.

Upplivið ljóð á ein nýggjan hátt

Í Audi Q4 e-tron verður SONOS-premiumsoundskipanin nýtt fyri fyrstu ferð. Tíggju sterkir hátalarar íroknað miðstaðarhátalara og subwoofer gevur eina stórfingna musikkuppliving. Tann framúrskarandi endurgávan av diskant- og basstónum og tað ljómmikla bassljóðið gevur eina serstaka, inniliga ljóðuppliving.

Meira pláss til meira

Sum ein sannur allrounder og familjubilur hevur Audi Q4 e-tron eisini eina rúgvu av goymslumøguleikum – ikki minni enn 24,8 l íroknað handskarúmið. Viðførisrúmið í Audi Q4 e-tron tekur 520 l av viðføri. Tá baksetrini verða løgd niður, kemur tað enntá upp á 1.490 l.

  • Setið kós móti framtíðini

    Sportsleðurróðrið hevur touchflatar, har virkisøkini eisini hava ljós aftanfyri, so bilførarin sær teir virknu knøttarnar. Lítil hæddarmunur skilir knøttarnar sundur og ger tað lættari at finna teir, og tá bilførarin trýstir á ein knøtt, kemur eitt týðiligt, lítið afturvirkni.

  • Ein nýggj áskoðan

    Við augmented-reality-head-up-skíggjanum (eykaútgerð) í Q4 e-tron tekur Audi eitt týdningarmikið stig innan tøknina við skíggjum. Á hvør sínum einskilda støði – status- og augmented reality-støði – er tøknin før fyri at sýna týdningarmiklar upplýsngar á forrútinum.

  • Kunning á ein nýskapandi hátt

    Í Audi Q4 e-tron eru tænastu- og sýniseindirnar eisini ein partur av sniðgevingini hjá bilinum. Sum tað triðja tænastustøðið kanst tú nýta natúrligu raddarstýringina. MMI Navigation verður ein optisk uppliving við tænastunum og virkseminum frá ‘Audi connect.’

  • Meira persónligt rásarúm

    Sitistøðið á aðru seturrekkju er næstan 7 cm hægri enn frammanfyri, men allíkavæl er tað ríkiligt av loftshædd og knæplássi. Tann kompakti, elrikni SUV frá Audi er við sínum plássviðurskiftum ein fullkomin bilur og fylgisneyti á tínum feriutúrum.

Hugtakandi framtíðarútlit

Reina sniðgevingin av Audi Q4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær fyri elriknar bilar í framtíðini. Við tí týðiliga frontinum og ímyndini av kraft aftan hevur bilurin sera spennandi sniðgeving. Framúrskarandi profilmyndin og sveimandi taklinjan eru eyka íkast til spennandi sniðið á Audi Q4 e-tron.

Framtakshugað sniðgeving

Audi Q4 e-tron ber framtíðar mobilitet út á farbreytina. Fullkomiliga elrikin, livandi og fult nýtiligur í gerandisdegnum.

Framtakshugað fyriskipan

Val millum fýra koyriljóstekin um dagin, samansett við dynamiskari ljósuppseting, sýnir á undranarverdan hátt ljóstøknifrøði, sum røkkur langt inn í framtíðina.

Highlight aftan á bilinum

Við eini dynamiskari ljósuppseting er alt ljósbandið á stórfingnan hátt sum ein progressiv yvirlýsing.

Sportsligur allur sum hann er

Her snýr alt seg um eitt sportsligt fyribrigdi, nevniliga við 21” lættmetalfelgunum frá Audi Sport i 5-egað rotor-aero-design, svartar, blankpussaðar*. Tað eru sjálvandi eisini aðrar lokkandi felgur at fáa til Audi Q4 e-tron.

*Blankpussaðar, poleraðar ella partvís poleraðar lættmetalfelgur mugu ikki nýtast í kuldaveðri um veturin. Yvirflatan á felgunum hevur av framleiðsluávum ikki nóg góða verju móti tæring og kann fáa varandi skaða av vegsalti o.l.

Alt fyri at fáa enn meira dynamikk

Vegna ‘Audi drive select,’ sum er at fáa sum eykaútgerð, kanst tú við fimm ymiskum stillingum velja júst tað sereyðkennið við bilinum, sum tú vilt hava. Alt frá virkisføri til dynamikk. Á quattro-modellunum gevur tann standarduppsetta, progressiva stýringin møguleika fyri einum broytiligum skifti, sum er treytað av, hvussu róðrið verður snarað – umframt av eini servoskipan, sum er treytað av ferðini.